Oddbjørg Højgaard nýggjur stjóri á Rúsdrekkasøluni

Oddbjørg Højgaard nýggjur stjóri á Rúsdrekkasøluni
Hon tekur við starvinum 1. desember
Oddbjørg Højgaard tekur við stjórastarvinum á Rúsdrekkasøluni 1. desember.
 
03.09.2024 - 13:20

Løgmálaráðið hevur gjørt av at seta Oddbjørg Højgaard í starv sum stjóra á Rúsdrekkasølu Landsins.

Oddbjørg hevur drúgvar royndir í leiðslu og rakstri og eisini innan fyri lýsingar, sølu og tænastur. Millum annað stovnaði og rak hon Dekostovuna í 15 ár og var stjóri á Hotel Hafnia í 8 ár.

Oddbjørg kemur úr starvi sum stjóri á Gjáargarði.

Oddbjørg Højgaard tekur við starvinum sum stjóri á Rúsdrekkasøluni 1. desembur 2024.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. september
Vágskálin: Tóroddur kortsluttar vit og skil
213414
Mikudag 23. september
Skratsj 23. septembur 2026
213696
Mikudag 23. september
Eitt korter við klassiskum - 23. sep 2026
213680
Mikudag 23. september
Heilsuhornið
213673
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532