Rektarin á Miðnámi í Suðuroy sagt seg úr starvi

Rektarin á Miðnámi í Suðuroy sagt seg úr starvi
Rósa Heinesen avsannar, at uppsøgnin hevur nakað við tvídystin millum hana og borgarstjóran á Tvøroyri at gera
Rósa Heinesen hevur verið rektari á Miðnámi í Suðuroy síðani í februar. Nú fer hon í annað starv.
 
03.09.2024 - 15:58

Rektarin á Miðnámi í Suðuroy, Rósa Heinesen, hevur sagt seg úr starvi.

Hon tók við sum rektari tann 1. februar í ár, men fer nú úr aftur starvinum tann 1. desembur.

- Tá taki eg við einum nýggjum starvi, sigur Rósa Heinesen í stuttari viðmerking, samstundis sum hon avsannar, at uppsøgnin hevur nakað við tvídystin millum hana og borgarstjóran á Tvøroyri at gera.

 

Grein fekk øði í borgarstjóran

Í junimánaði skrivaði hon eitt lesarabræv við yvirskriftini “Kommunusamanlegging: Ein fallos og annar”, sum fekk øði í Kristin Michelsen, ið vildi hava eina umbering.

Tað fekk hann ikki, men síðani hevur einki meira verið at hoyrt um tað málið.

Áðrenn Rósa Heinesen tók við sum rektari á Miðnámi í Suðuroy, hevði hon undirvíst bæði har og á Heilsuskúlanum, og eisini hevur hon arbeitt í Granskingarráðnum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065