Skógareldur í Kalifornia hóttir 35.000 hús og íbúðarhús

Skógareldur í Kalifornia hóttir 35.000 hús og íbúðarhús
Sløkkiliðini hava ikki tamarhald á eldinum, og trý sløkkiliðsfólk hava fingið skaða.
Hitabylgja hevur verið í Kalifornia, og tað er helst orsøkin til, at skógareldurin kyknaði.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
09.09.2024 - 14:54

Fleiri hundrað fólk, sum búgva nærindis Los Angeles í Kalifornia, eru biðin um at rýma undan skógareldi, sum herjar umleið 65 kilometrar eystan fyri býin. 

Eldurin kyknaði 5. september, og síðani eru umleið 70 ferkilometrar av lendi kolaðir upp, skrivar AP.

Sløkkiliðini hava ikki tamarhald á eldrinum, og trý sløkkiliðsfólk hava fingið skaða. Einki er frætt um, at sivilfólk hava fingið skaða.

 

(Mynd: AFP/Ritzau Scanpix)

 

Vandi er fyri, at eldurin fer at breiða seg til 35.000 hús og íbúðarhús.

Guvernørurin í Kalifornia, Gavin Newsom, hevur lýst undantaksstøðu í San Bernardino.

Enn er ógreitt, hví skógareldurin kyknaði, men hitabylgja hevur verið í Kalifornia í fleiri dagar.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809