Viðmerkjari: Floksskifti bendir á rembingar innanfloks í Javnaðarflokkinum

Viðmerkjari: Floksskifti bendir á rembingar innanfloks í Javnaðarflokkinum
Kári Johansen er farin úr Javnaðarflokkinum upp í Framsókn í Tórshavnar býráð, men hann er framvegis í meirilutanum
Kári Johansen hevur hetta valskeiðið verið partur av manningini hjá Javnaðarflokkinum, men nú er hann farin upp í Framsókn. Kári heldur tó fram í meirilutanum. (Savnsmynd)
 
09.09.2024 - 13:15

Um vikuskiftið tók ein av býráðslimunum í Havn, Kári Johansen, seg úr Javnaðarflokkinum og fór upp í Framsókn, har hann hevur verið fyrr.

Í samrøðu við útvarpið í gjár duldi hann ikki fyri, at fremsta orsøkin til skiftið er vantandi stevið millum seg og borgarstjóran, Heðin Mortensen - bæði í sambandi við SEV og Tórshavnar havn, har Kári hevur formanssessir.

 

Kári Johansen er formaður í SEV-stýrinum. 

 

At Kári Johansen er farin úr Javnaðarflokkinum til Framsókn, bendir á rembingar innanfloks í Javnaðarflokkinum, heldur Árni Gregersen, politiskur viðmerkjari:

 

09092024_Arni_um_floksskifti

 

Sjálvt um Kári Johansen er farin upp í Framsókn, sum er í minnilutanum í býráðnum, sigur hann við Kringvarpið, at hann tekur seg úr meirilutanum í býráðnum, men ætlar sær at virða samgonguskjalið, sum hann skrivaði undir fyri fýra árum síðani. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213