Føroyar á talvolympiadu í Budapest

Føroyar á talvolympiadu í Budapest
Stórmeistarin Helgi Dam Ziska er aftur við á føroyska landsliðnum, eftir at hann í fjør gav avboð til kappingar, orsakað av ósemju við Talvsambandið.
Helgi Dam Ziska er aftur á landsliðnum í talvi.
 
10.09.2024 - 08:57

Føroyar eru umboðaðar á talvolympiadu í Budapest í Ungarn í vikuni. 

Føroyska landsliðið er væl mannað við Helga Dam Ziska, Høgna Egilstoft Nielsen, Rógva Egilstoft, Luitjen Akselsson Apol og John Rødgaard. 

Stórmeistarin Helgi Dam Ziska er við aftur á føroyska landsliðnum, eftir at hann í fjør gav avboð til kappingar, orsakað av einari ósemju við Talvsambandið. 

197 lond vera við á talvolympiaduni í Ungarn. Hetta er nýtt luttøkumet. Í alt eru 203 lond limir í altjóða talvsambandinum, FIDE. 

Føroyar eru styrkismettar nummar 66 av teimum 197 luttakandi londunum. Føroyar hava miðalstyrkitalið 2371, skrivar Talvsambandið.

 

USA nr. eitt

USA er styrkismett nummar eitt. Tað hevði USA eisini verið, um Russland var við, men Russland er framvegis útihýst úr altjóða kappingum, orsakað av krígnum í Ukraina. 

Noreg er styrkismett nummar seks. Á fyrsta borði hjá Noregi situr heimsins besti telvari, Magnus Carlsen.

Fyrstu dystirnir hjá føroyska landsliðnum eru í morgin, mikudag. Telvað verður hvønn dag, til og við sætta umfar. So er ein frídagur, og eftir tað verður telvað dag um dag, til liðugt er 22. september.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961