Ivi um eftirlønir hjá landsstýrisfólki

Ivi um eftirlønir hjá landsstýrisfólki
Løgtingsins umboðsmaður hevur biðið Løgmansskrivstovuna um at tulka lógina um eftirløn hjá landsstýrisfólki av nýggjum
Løgmansskrivstovan er biðin um at endurskoða tulking.
 
13.09.2024 - 06:27

Løgtingsins umboðsmaður hevur biðið Løgmansskrivstovuna um at tulka lógina um eftirløn hjá landsstýrisfólki av nýggjum.

Umboðsmaðurin fekk klagu um, at Løgmansskrivstovan ikki tulkar reglurnar um eftirløn við 60 ára aldur í lógini um eftirløn hjá landsstýrisfólki rætt.

Klagan var um, at Løgmansskrivstovan hevur tulkað reglurnar um eftirløn til landsstýrisfólk við 60 ára aldur á slíkan hátt, at klagarin ikki hevði rætt til eftirløn við 60 ára aldur.

Umboðsmaðurin vísir á, at eftirlønarskipanin hjá landsstýrisfólkum var broytt í 2015.

Tá var farið frá eini tænastumannalíknandi eftirlønarskipan til eina skipan, sum líkist teirri skipan, sum er vanlig hjá alment settum starvsfólkum, sum ikki eru tænastufólk. 

Tá var samstundis gjørd ein skiftisskipan fyri landsstýrisfólk, sum eru ella hava verið landsstýrisfólk. 

Lógarbroytingin, kunngerðin og forarbeiðið til lógarbroytingina svaraðu ikki greitt, hvussu reglurnar um skiftisskipanina skuldu skiljast, sigur Løgtingsins umboðsmaður.

Umboðsmaðurin heitir á Løgmansskrivstovuna um at viðgera málið av nýggjum og lata seg frætta, hvat hendir.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025