Mette Frederiksen: Ukraina eigur at sleppa at brúka vápn inni í Russlandi

Mette Frederiksen: Ukraina eigur at sleppa at brúka vápn inni í Russlandi
Týdningarmestan strikan fór longu, tá ið russarar gjørdu innrás í Ukraina, sigur danski forsætisráðharrin við Bloomberg.
Mette Frederiksen, forsætisráðharri, á vitjan hjá Zelenskyj, forseta, í Ukraina. (Savnsmynd: Ritzau Scanpix)
 
23.09.2024 - 11:55

- Fleiri lond eiga at gera sum Danmark og geva Ukraina heimild til at brúka vápn, sum landið hevur fingið, til at leypa á í Russlandi. 

Tað sigur danski forsætisráðharrin Mette Frederiksen í samrøðu við Bloomberg.

- Uppskotið hjá mær er, at vit gevast at kjakast um reyðar strikur. Týdningarmestan strikan fór longu, tá ið russarar gjørdu innrás í Ukraina, sigur danski forsætisráðharrin við Bloomberg.

 

F16-flogfør

Danmark hevur givið Ukraina loyvi at brúka donsu F16-stríðsflogførini í álopum á Russland, men onnur lond aftra seg við at gera tað sama við vápnini, sum tey hava latið ukrainskum herdeildum.

Serliga hevur USA sett avmarkingar fyri, hvussu vápnini, sum tað hevur latið, kunnu brúkast, av ótta fyri at landið verður drigið longri inn í eina ósemju við Russland.

Mette Frederiksen sigur, at sameind hjá Ukraina hava givið Russlandi alt ov góð kort í hondina við at avmarka nýtsluna av vápnum, sum sameind hava givið Ukraina.

- Eg hevði ongantíð latið nakran í Russlandi avgjørt, hvat er rætt at gera í Nato, í Evropa ella í Ukraina, sigur Mette Frederiksen við Bloomberg.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Hósdag 17. september
Nýtt ljóð
213419
Hósdag 17. september
Eitt korter við jazzi 17. september 2026
213395
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221