Lív og Óluva fingið herðaklapp

Lív og Óluva fingið herðaklapp
Óluva Poulsen og Lív Egholm hjálpa teimum, sum hava fingið avbjóðingar við sálarheilsuni. Fyri hetta arbeiðið hava tær fingið sálarheilsuvirðislønina 2024 frá Sinnisbata.
 
21.10.2024 - 10:11

Tær eru gerandishetjur, sum hava stóra ávirkan á gerandisdagin og lívið hjá nógvum fólkum.

Soleiðis verður sagt um tær báðar Óluvu Poulsen og Lív Egholm, sum hava fingið ársins sálarheilsuvirðisløn frá Sinnisbata. 

Í ávikavist 24 og 14 ár hava tær báðar arbeitt á psykiatriska deplinum. Óluva Poulsen sum sjúkrarøktarfrøðingur og Lív Egholm sum fysioterapeutur.

- Vit eru takksamar og eyðmjúkar at hava fingið henda heiðurin, men vit føla veruliga, at øll í okkara toymið eiga hetta herðaklappið, halda Óluva Poulsen og Lív Egholm.

Í morgunsendingini greiða tær eitt nú frá arbeiðinum, uppgávum á psykiatriska deplinum og serliga sambandinum við sjúklingarnar.

1703537

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541