Jógvan Skeel Nolsøe: Nýggjur landsliðskapittul byrjar í dag

Jógvan Skeel Nolsøe: Nýggjur landsliðskapittul byrjar í dag
Fótbóltsmenninir hava tikið væl ímóti nýggja venjaratoyminum, sum stendur á odda fyri Føroyum ímóti Armenia seinnapartin. Kringvarpið sendir frá klokkan 16:30
Jógvan Skeel Nolsøe og Ragnar A. Jacobsen eru í Armenia fyri Kringvarpið, og teimum hoyra vit frá seinnapartin
Mynd: Tróndur Arge  
 
14.11.2024 - 09:38

Spælararnir á føroyska landsliðnum hava tikið væl ímóti nýggja venjaratoyminum, sum stendur á odda fyri liðnum í Nations League-dystinum ímóti Armenia seinnapartin.

Eyðun Klakstein og Atli Gregersen hava stýrt føroyska U21-landsliðnum síðstu tvey árini, og skulu nú standa á odda fyri A-landsliðnum í tveimum teimum síðstu Nations League-dystunum í ár.

 - Hetta eru tveir menn, sum eru væl dámdir í føroyskum fótbólti. Atli Gregersen er jú eisini fyrrverandi liðskipari á føroyska landsliðnum, hevur eina øgiliga virðing, og so er hann eisini øgiliga stuttligur at vera saman við, segði Jógvan Skeel Nolsøe, tíðindamaður, úr Armenia, tá hann tosaði við Góðan morgum Føroyar í morgun.

SÍ EISINI: Eitt stig kanska ikki nokk í truplum útidystum

 

Hallur ivasamur

Venjararnir hava tikið fleiri U21-spælarar við til dystirnar ímóti Armenia og Norðurmakedónia. Ási Dam og Poul Kallsberg eru við fyri fyrstu ferð, meðan Noah Mneney, sum hevur verið við fyrr, er aftur á A-landsliðnum.

Eisini eru Páll Klettskarð og Hallur Hansson, sum ikki vóru tøkir hjá uppsagda Håkani Ericson, eru við aftur hesa ferð. KÍ-framherjin, sum skoraði 23 ferðir í Betri-deildini í ár, hevur ikki skotið mál fyri Føroyar í 14 dystum. Tað vil hann fegin broyta upp á.

Hallur Hansson hevur ikki spælt fyri Føroyar í meir enn tvey ár. Líkt er til, at hann má bíða eitt sindur enn. 

 - Hann bleiv skaddur undir venjing týskvøldið her í Armenia, so tað var øgiliga harmiligt bæði fyri liðið og fyri tey, sum hava glett seg til til at síggja hann aftur á landsliðnum. Hann er ivasamur til dystin ímóti Armenia, segði Jógvan Skeel Nolsøe.

Kringvarpið sendir dystin ímóti Armenia í sjónvarpinum, og byrjað verður klokkan 16:30.

Hoyr samrøðuna við Jógvan Skeel Nolsøe niðanfyri.

Jogvan_Skeel_Nolsoe_ur_Armenia

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985