Berghol til Vestmanna mett at kosta millum 650 og 950 milliónir

Berghol til Vestmanna mett at kosta millum 650 og 950 milliónir
Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2025 er skotið upp at fara undir at gera Vestmannabergholið, tá Tjørnuvíkarbergholið er liðugt
Í høvuðsheitum verður arbeitt við tveimum loysnum um berghol til Vestmanna.
Mynd: Vestmanna kommuna  
 
20.11.2024 - 09:29

Landsstýrið hevur ikki tikið endaliga støðu um berghol til Vestmanna. 

Tó eru pengar settir at kanna, hvørjar loysnir kundu verið. 

Í høvuðsheitum hevur verið arbeitt við tveimum loysnum.

Onnur er berghol úr Kvívík til Vestmanna. Hann verður er 4,2 km.

Hitt bergholið er úr Leynum til Vestmanna, 6,2 km.

Jarðfrøðiligar kanningar eru gjørdar.

Tað sigur Dennis Holm, landsstýrismaður, í svari til Grím Sundstein, løgtingsmann.

 

650 - 950 milliónir

Bergholið millum Kvívík og Vestmanna verður mett at kosta 650 mió. kr. við 40 prosent í váðaískoyti.

Bergholið millum Leynar og Vestmanna verður mett at kosta 950 mió. kr., og váðaískoytið er 40 prosent.

Landsverk hevur tosað við Kvívíkar kommunu og Vestmanna kommunu um linjuføringar.

Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2025 er skotið upp at fara undir at gera Vestmannabergholið, tá Tjørnuvíkarbergholið er liðugt, sigur Dennis Holm.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025