Nýggi flogvøllurin í Nuuk tikin í nýtslu í dag

Nýggi flogvøllurin í Nuuk tikin í nýtslu í dag
Nú ber til at flúgva beinleiðis millum grønlendska høvuðsstaðin og Keypmannahavn
Flogbreytin í nýggju altjóða floghavnini í Nuuk er 2.200 metrar.
Mynd: Sermitsiaq  
 
28.11.2024 - 08:22

Í dag er veitsludagur í grønlendska høvuðsstaðnum Nuuk, tí altjóða flogvøllurin í býnum verður tikin í brúk.

Tað verður, tá flogfarið hjá Air Greenland, Tuukkaq, kemur úr Keypmannahavn.

Ráðharrarnir Lars Løkke Rasmussen og Nicolai Wammen og Kim Kielsen, landsstýrismaður, siga nøkur orð í gate B10 í Kastrup, áðrenn flogfarið fer haðani fyrrapartin.

Nú til ber at flúgva beinleiðis millum Nuuk og Keypmannahavn, verður ikki longur flogið til Kangerlussuaq. 

Vøllurin í Nuuk er 2.200 metrar langur og 45 metrar breiður. Hann var 950 metrar langur.  

Arbeiðið byrjaði fyri fimm árum síðani.

Flogvøllurin í Vágum er 1.799 metrar. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. mai
Anna FD 564 - teknmálstulkað
191741
Sunnudag 11. mai
Møti úr Stranda missiónshúsi
191725
Sunnudag 11. mai
Andakt
191720
Leygardag 10. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
191687