SEV: Serfrøðingauppskot tikið aftur

SEV: Serfrøðingauppskot tikið aftur
Borgarstjórin í høvuðsstaðnum var ikki til reiðar at atkvøða fyri uppskotinum, sum hann legði fram saman við Runavíkar kommunu
Tórbjørn Jacobsen og Heðin Mortensen, borgarstjórar í Runavíkar og Tórshavnar kommunu.
 
07.12.2024 - 14:51

Eitt uppskot um at broyta nevndina í SEV, so at millum annað fleiri serfrøðingar gerast partur av henni, bleiv tikið aftur av skránni á eyka-aðalfundinum í gjár. 

Tað hendi eftir, at borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Heðin Mortensen, tók orðið og segði, at hann ikki kundi atkvøða fyri øllum uppskotinum fyrr enn Tórshavnar býráð hevði samtykt at taka undir við tí. 

Hetta hóast Tórshavnar kommuna var uppskotsstillari saman við Runavíkar kommunu. 

Eftir fráboðanina tók Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, uppskotið aftur, tí hann dugdi at síggja, at uttan stuðulin frá høvuðsstaðarkommununi fór uppskotið at fella.

 

1713174

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542