Kunnu fiska alla sildakvotuna í norskum sjógvi

Kunnu fiska alla sildakvotuna í norskum sjógvi
Føroyar og Noreg hava gjørt strandarlandasemju um norðhavssildina
Føroysku skipini sleppa at fiska alla norðhavssildina í norskum sjógvi. Kvotan er góð 40.000 tons næsa ár. (Savnsmynd)
 
13.12.2024 - 15:40

Føroyar og Noreg hava í dag skrivað undir strandarlandasemju um at býta norðhavssild.

Dennis Holm, landsstýrismaður, góðkendi semjuna eftir ráðførslu í Løgtingsins uttanlandsnevnd.

Sambært semjuni fáa Føroyar 10 prosent av mest loyvdu veiðu (MLV) og Noreg  64,18 prosent av MLV.

 

Taka felags ábyrgd

Við hesum taka Føroyar og Noreg í felag ábyrgd til tess at minka trýstið á norðhavssildastovnin og virka í felag fyri at tryggja, at norðhavssildastovnurin verður umsitin á burðardyggan hátt í framtíðini, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, í tíðindaskrivi.  Tilsamans hava Føroyar og Noreg saman minkað ovfiskiskapin 22,82 prosentstig 

Aftrat strandarlandasemjuni hava Føroyar og Noreg gjørt semju um, at føroysk skip kunnu fiska alla føroysku norðhavssildakvotuna í norskum sjógvi, meðan norsk skip sleppa at fiska 17,5 prosent av mest loyvdu veiðu av svartkjafti í føroyskum sjógvi. 

 

Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum. 

 

Góð 40.000 tons

Føroyska kvotan av norðhavssild í 2025 verður sambært strandarlandasemjuni 40.179 tons.

Dennis Holm, landsstýrismaður, sigur, at strandarlandasemjan millum Føroyar og Noreg hevur stóran týdning bæði fyri føroyska uppsjóvarflotan og fyri norðhavssildastovnin. Føroysk skip kunnu nú fiska alla føroysku sildakvotuna í norskum sjógvi og er hetta ein týðandi tryggleiki, tá hugsað verður um ferðingarmynstrið hjá stovninum, sigur hann. 

Strandalandarsemjan kann lesast her.

Semjan um atgongd kann lesast her.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655