Makrelkvotan er uppi

Makrelkvotan er uppi
Nakað er eftir av hinum báðum uppsjóvarfiskasløgunum
Makrelkvotan í ár er fiskað.
 
20.12.2024 - 12:16


55.100 tons av føroysku kvotuni av norðhavssild er fráboðað fiskað higartil í ár.

Kvotan er 63.800 tons.

Tað vísir ein uppgerð hjá Vørn.

10 prosent av kvotuni kann flytast yvir um ár, so sjálvt um ikki alt er fiskað enn, fer helst at bera til at flyta ein part til næsta ár.

Makrelkvotan er longu fiskað. 72.300 tons av makreli eru fiskað. Kvotan er 68.400 tons.

Svartkjaftakvotan er 448.000 tons, og 434.500 tons eru fráboðað fiskað higartil.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775