Ulf Kristersson: Hatur kann ikki berjast niður við meira hatri

Ulf Kristersson: Hatur kann ikki berjast niður við meira hatri
Svenski forsætiisráðharrin talaði til svensku tjóðina í gjárkvøldið
Ulf Kristersson, forsætisráðharri, mælti svium til at standa saman í kjalarvørrinum á hópdrápunum í Örebro.
Mynd: TT/Ritzau Scanpix  
 
10.02.2025 - 08:49

Svøríki er eitt land í sorg, segði svenski forsætisráðharrin, Ulf Kristersson, tá hann í gjárkvøldið talaði til tjóðina í sjónvarpi, í sambandi við hópdrápið í Örebro týsdagin.

- 4. februar 2025 er brendur inn í svensku søguna sum ein myrkur dagur, segði forsætisráðharrin, sum sendi sína samkenslu til tey, ið hava mist, og hann mælti svium til at standa saman.  

- Hatur kann ikki berjast niður við meira hatri, men við at vit standa saman um alt, sum vit elska við okkara landi - alt, sum vit vilja verja og byggja víðari á, segði Ulf Kristersson.

Hann heitti á almenningin at hugsa um, hvat tey kunnu gera fyri tey, sum hava brúk fyri stuðuli og menniskjaligum hita.

- Eingin kann gera alt, men øll kunnu gera okkurt, segði hann. 

At hava umsorgan fyri hvørjum øðrum og at standa saman í truplum tíðum. Hesi virði allýsa svian, segði Ulf Kristersson, og legði aftrat:

 

10022025_Kristersson

  

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985