Mótimælisgonga móti Trump í Grønlandi í morgin

Mótimælisgonga móti Trump í Grønlandi í morgin
Nuuk fyrireikar seg til eina friðarliga mótmælisgongu í morgin, leygardagin, móti útsøgnunum hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump, um at vilja yvirtaka Grønland
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
14.03.2025 - 16:35

- NÚ ER TAÐ NOKK!, skrivar Orla Joelsen í einum uppslagi á Facebook.

Hon vísir til seinastu útsøgnina hjá Trump mikudagin, har hann aftur nevndi ynskið um at yvirtaka Grønland.

Í tí sambandi hevur hon tikið stig til eina mótimælisgongu í morgin, leygardagin, sum mótmæli móti útsøgnunum hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump.

 

Ganga móti konsulátinum í Nuuk

Mótmælisgongan byrjar klokkan 13, lokala tíð, har gingið verður móti amerikanska konsulátinum í Nuuk.

Sambært fyriskiparanum verður heitt á luttakarar um at hava grønlendsk fløgg og hermerki við, men at mótmælið skal vera friðarligt.

Hósdagin segði Donald Trump, at hann "metir, at tað fer eydnast" at leggja Grønland undir seg.

Við støði í hesum høvdu floksformenninir fund í dag, og ætlanin var, at flokkarnir skuldu hava felags tíðindafund eftir fundin.

Men Jón Brian Hvidtfeldt sigur úr Nuuk, at tíðindafundurin bleiv av ongum, men at flokkarnir koma við einum felags tíðindaskrivi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392