Rak fyri vág og vind í tríggjar mánaðir

Rak fyri vág og vind í tríggjar mánaðir
Ódnarveður kom á 61 ára gamla útróðrarmannin úr Peru, og báturin rak av kós
- Eg vildi ikki doyggja, fyri mammusa skyld, sigur Maximo Napa.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
17.03.2025 - 15:34

Ein útróðrarmaður úr Peru er funnin á lívi, eftir at hann í tríggjar mánaðir hevur rikið fyri vág og vind úti á havinum.

61 ára gamli Maximo Napa fór 7. desember úr San Juan de Marcona til útróðrar við lítla útróðrabáti sínum.

Men ódnarveður kom á hann, og hann rak av kós.

 

(Mynd: AFP/Ritzau Scanpix)

 

Í 94 dagar rak Maximo Napa á sjónum, áðrenn eitt skip úr Ekvador fann hann út fyri Chimbote-strondini í norðara parti av Peru.

Napa sigur við lokalar miðlar, at hann hóraði undan við at eta kakkulakkar, fuglar og eina skjaldbøku. 

Báturin hevði ongan samskiftisútgerð.

- Eg vildi ikki doyggja, fyri mammusa skyld. Eg havi ein tveir mánaða gamlan abbason. Tað helt mær á lívi. Hvønn dag hugsaði eg um mammu mína, sigur Napa.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 2:3
135345
Týsdag 24. mars
Fólkatingsval 2026
206167