Avtalan um ikki at leypa á orkuverk í Ukraina er komin í gildi

bannari
Avtalan um ikki at leypa á orkuverk í Ukraina er komin í gildi
Avtalan millum Putin og Trump um, at eingi álop vera á orkuverk í 30 dagar er komin í gildi, sigur Dmitri Peskov, talsfólk fyri Kreml
 
21.03.2025 - 17:48

Avtalan um at steðga álopum á orkukervið í Ukraina í 30 dagar er í gildi nú, sigur Russland. skrivar russiski miðlinum Kommersant.ru.

Sambært Peskov, hava russiskar herdeildir fingið boð um ikki at leypa á slík mál.

Eingin fráboðan er komin úr Ukraina um, at hald er í hesum. 

Tað hevur higartil verið ógreitt, nær avtalan kom í gildi.

Í somu samrøðu skuldsetur Peskov ukrainar fyri sjálvar at hava lopið á eitt orkuverk í Sudzja. 

Ukraina sigur hetta var eitt álop undir følskum flaggi, sum russarar sjálvir hava framt, skrivar ukrainski miðilin KyivIndependent.com.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Mono
214735
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595