Fyrrverandi brasilski forsetin í hægstarætt

Fyrrverandi brasilski forsetin í hægstarætt
Jair Bolsonaro er ákærdur fyri kvettroynd
Jair Bolsonaro var forseti í Brasil frá 2019 til 2022. 
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
27.03.2025 - 14:36

Fyrrverandi brasilski forsetin, Jair Bolsonaro, skal nú í brasilska hægstarætt - ákærdur fyri kvettroynd.

Tað skrivar Reuters.

Sambært ákæruni vóru Bolsonaro og 33 onnur fólk við í kvettroyndini. 

Kvettroyndin var stutt eftir, at Jair Bolsonaro hevði tapt valið fyri núverandi forsetanum, Lula, í 2022.

Í januar í 2023 trokaðu viðhaldsfólk hjá fyrrverandi forsetanum, Jair Bolsonaro, seg inn í tjóðartingsbygningin og hægstarættarbygningin í høvuðsstaðnum, Brasilia, og framdu herverk.

Bolsonaro er ákærdur fyri at hava verið heilin aftan fyri kvettroyndina, sum skuldi gera, at hann varð sitandi, sama hvør vann forsetavalið  

Bolsonaro var forseti í Brasil frá 2019 til 2022. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985