Landskassin fær góðar 120 milliónir krónur

Landskassin fær góðar 120 milliónir krónur
Á ársaðalfundinum hjá Føroya banka í dag fer nevndin at mæla til at lata 350 mió. kr. í vinningsbýti
Føroya banki hevur ársaðalfund í dag.
Mynd: Bjarn Árting Rubeksen  
 
27.03.2025 - 06:19

Á ársaðalfundinum hjá Føroya banka í dag fer nevndin at mæla til at lata 350 mió. kr. í vinningsbýti.

Tað eru 36 krónur og 46 oyru fyri hvørt partabræv, sum nominelt er 20 krónur.

Tær 350 milliónirnar eru ikki allar frá úrslitinum í fjør.

133 mió. kr. koma frá serstakari kapitaltillaging.

217 mió. kr. svara til 70 prosent av ársúrslitinum í fjør.

Tað var 310,4 mió. kr. eftir skatt.

Okkurt um 5.500 føroyingar eiga 55 prosent av partapeninginum í Føroya banka, landið eigur 35 prosent.

Ársaðalfundurin í dag fer eisini at staðfesta við viðtøkubroyting, at bankin nú eitur Føroya banki.

Og bankin hevur 17 hjánøvn, millum annað BankNordik.

Tom Ahrenst, Kristian Reinert Davidsen og Marjun Hanusardóttir vera afturvald í nevndina.

Tað mælir nevnd bankans í øllum førum til. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025