VIKUKJAKIÐ: Víðopin veking í ótryggum heimi

VIKUKJAKIÐ: Víðopin veking í ótryggum heimi
Ben Arabo, Oda Wilhelmsdóttir og Gestur Hovgaard vendu vikuni, sum fer. Tey kjakaðust um Grønland, sjónvarpsrøðina Adolescence og Konditaríið
Gestur Hovgaard, Oda W. Andreasen og Ben Arabo
Mynd: Ingi Rasmussen  
 
29.03.2025 - 12:52

Víðopið. Ótryggleiki. Veking.

Teir tríggir luttakararnir í vikukjakinum settu hvør sítt orð á vikuna, sum fer, og tíðina vit liva í.

Spenta støðan í Grønlandi, har amerikanski varaforsetin vitjaði sína hernaðarstøð, samstundis sum nýggj samgonga varð skipað, hevur sett heimin í eina nýggja støðu, sum bæði er ótrygg, men eisini leggur upp til eina veking í Evropa og í Norðurhøvum.

Vit viðgjørdu eisini sjónvarpsrøðina Adolescense, sum hevur vakt ans, tí hon reisir spurningar um happing á netinum, setir sjóneykuna á maskulinitet og lýsir upploysnina í smáum lokalsamfeløgum.

Konditaríið í Havn, sum Tórshavnar býráð keypir fyri sítt kensluvirði, var eisini viðgjørt, og luttakararnir vóru ikki heilt á einum máli, um tað er ein kommunal uppgáva at halda lív í einari gamlari kaffimentan.

Hoyr vikukjakið her

1734930


 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Týsdag 30. juni
HM-tíðindi 30. juni 2026
210331
Týsdag 30. juni
Morgunlestur týsdagur.
210270
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Nýggjastu sendingar í SV