Uppsjóvarskipini landa svartkjaft uttanlands

Uppsjóvarskipini landa svartkjaft uttanlands
Fiskimálaráðið hevur júst nú givið undantak
Gøtunes er eitt av uppsjóvarskipunum.
 
10.04.2025 - 12:55

Føroysku uppsjóvarskipini kunnu landa svartkjaft uttanlands, nú nógvur svartkjaftur er at fáa sunna nfyri Føroyar og í serøkinum. 

Fiskimálaráðið hevur júst nú givið undantak.

Sambært lógini hava føroysk skip loyvi at landa 15 prosent uttanlands, men hetta markið verður skjótt rokkið.

Við undantakinum verður nú loyvt at landa uttanlands til 16. juni. 

Føroyska svartkjaftakvotan er 514.000 tons í ár.

 

Páll Holm Johannesen. 

 

75.000 tons eru býtt um við Russland og 24.000 tons við Grønland, og tí eru 415.000 tons eftir til føroysku skipini.

Higartil eru 115.000 tons fiskað av føroysku kvotuni, og sostatt eru 300.000 tons eftir at fiska.

Páll Holm Johannesen, stjóri í felagnum Nótaskip, er nøgdur við, at uppsjóvarskipini kunnu landa uttanlands, so tað slepst undan longum bíðirøðumi í Føroyum:

 

 

10042025_Svartkjaftur


 

Odd Eliasen. 


Odd Eliasen, stjóri á Havsbrún, sigur í stuttari viðmerking, at tey hava úr at gera at taka móti svartkjafti, so nógv sum tey klára. 

Havsbrún hevur onkrar dagar tikið móti meira enn 2.500 tonsum um samdøgrið. 

Í løtuni verða broytingar í sjófeingislógini viðgjørdar í løgtinginum. 

Skotið verður upp, at nú skal vera loyvt at landa 25 prosent uttanlands.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595