Sement 2025: Ronja og Bolstad vunnu seg í finaluna úr øðrum umfari

Sement 2025: Ronja og Bolstad vunnu seg í finaluna úr øðrum umfari
Annað umfar av Sement 2025 hevur verið í Reinsarínum í Havn í kvøld, og av teimum átta tónleikanøvnunum, so komu Ronja og Bolstad í finaluna
 
13.04.2025 - 00:03

Átta vónrík tónleikanøvn kappaðust í kvøld um at sleppa úr øðrum umfari í Sement og í sjálva finaluna. 

Tey, ið kappaðust í øðrum umfari, vóru Magnus King, Rúna Vang Kjærbo, Bolstad, Ronja, Nafro, Julian Slick, SPÓK og Sigmunda. 

Sí eisini: Her eru luttakararnir í 2. umfari

Tá avtornaði vóru tað Ronja og Bolstad, ið vunnu sær plássini í finaluni, tí dómararnir hildu, at tey stóðu seg best ella høvdu mest at bjóða uppá. 

Dómararnir vóru Elinborg Pálsdóttir, Michael Antony Charles, Kristian Blak, Jenný Kragesteen og Danny Baldursson.  

 

Methøg luttøka

Sement luttøkan í ár setir met, og tí var aftur talan um eitt sera rúgvusmiklið kvøld við átta sera ymisk tónleikanøvnum. 

Har var alt frá rokki til afropoppi, frá gagstarappi til singer/songwriter-tónleikur.

Vertur var Filip Mortensen, meðan

 

10 bólkar í 3. umfari

Kringvarpið sendi 2. umfar í sjónvarpinum og stroymdi tað á heimasíðuni. 

Fyrstu umførini í Sement 2025 kunnu endursíggjast á KVF Sjón, og tað kunnu eisini undanfarnar Sement-kappingar. 

Í 3. umfari verður næsta leygarkvøld, 19. apríl, í Reinsarínum í havn, tá heili tíggju nøvn er á skránni. 

Tey eru: 17.5 Zentimetrar / Tunghoyrt / Tora Trond / Serhii Ilin / ÓLI / Hans Andrias / Sjúrður / Anna Sabina & Co / Attika / Ravsøgn

 

Finalan verður 26. apríl 

Sjálv Sement-finalan verður leygarkvøldið 26. apríl. Sement-vinningarnir hava ofta verið studiotíð í Studio Bloch, men tíverri er Studio Bloch nú ein saga blot, tí tað snaraði lykilin um í fjør.

Tí eru Sement-vinningarnir í ár pengar og møguleikin at spæla á Spot- og G!-festivalinum:

Nr. 1: 30.000 kr. 
Nr. 2: 20.000 kr.
Nr. 3: 10.000 kr. 

G! festivalurin, sum verður 17. til 19. juli, velir ein bólk at spæla á G! 2025. 

SPOT festivalurin velir ein bólk at luttaka á ársins festivali, sum er í Århus 2. og 3. mai og tann størsti showcase-festivalur í Danmark. Í vinninginum er ferðing og uppihald goldið.

 

Treytir fyri at luttaka

Sement er ætlað føroyskum tónleikarum og bólkum, og treytirnar fyri at luttaka í Sement eru tískil:

  • Bólkurin ella einstaklingurin skal vera føroyskur ella staðsettur í Føroyum.
  • Hvør framførsla er á 15 minuttir.
  • Øll løgini skulu vera egin løg og ikki útgivin áður.
  • Tónleikarar kunnu spæla í trimum bólkum, men bert tveir tónleikarar kunnu ganga aftur í somu bólkum.
  • Hevur tú vunnið Sement, skulu tað ganga fimm ár, áðrenn tú aftur kann luttaka við sama bólki.

 

Sement-vinnarar

2024: Gówa
2023: Aggrasoppar 
2022: Marius DC 
2021: Joe & The Shitboys 
2020: Tamara 
2019: Reality Bites 
2018: Fróði Bjarnason 
2017: Jasmin 
2016: Blusette 
2015: Konni Kass 
2014: Lyon and The Color Storm 
2013: The Absent Silver King 
2012: Sleepless Ghosts 
2011: Guðrun & Bartal 
2010: Hamferð 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
201973
Hósdag 25. desember
Tórshavnar Manskór Jólakonsert
201682
Hósdag 25. desember
Ljósið rann av kærkeiks runni (1:2)
201928
Hósdag 25. desember
Guðstænasta úr Mariu kirkjuni
201965
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. desember
Reynsatindur
201862
Fríggjadag 26. desember
Aldubáran 30 ár
201871
Hósdag 25. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
201972
Hósdag 25. desember
Margreta
201861
Hósdag 25. desember
Jól við Løkin 2025 (1:2)
201869