
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hondbóltsveitsla við Tjarnir: Føroyar smurdu Ukraina av við átta málum

Við 3000 garrvillum føroyskum áskoðarum í rygginum, spældi føroyskan manslandsliðið í hondbólti sín besta landsdyst nakrantíð, tá liðið vann og vant burtur úr ukrainum við Tjarnir.
Elias, Óli, Hákun, Teis, Pauli og allir hinir spældu hondbólt, ið var eins vakur og ein føroysk summarnátt.
Føroyar vóru flúgvandi frá byrjan til endan í dystinum, sum tryggjaði liðnum fyrsta plássið í undankappingarbólkinum.
Myndir: Bjarnir Árting Rubeksen
Yvirskotið var fullkomið, tá rúm eisini var fyri at geva leikarunum, sum trúgvir sita klárir at bonkinum, møguleikan at skína. Serliga Rói Ellefsen á Skipagøtu, lítlibeiggin hjá Eliasi, lat ikki møguleikan fara afturvið borðinum og sorlaði tvey skot í kassan.
Litríkt álopsspæl - Krútsterk verja
Alt tað, ið var so tungt, strævið og slævið hjá føroysku hondbóltsmonnunum móti Kosovo, gekk sum sum fretur eftir gleri móti sterka ukrainska liðnum
Álopsspælið undir leiðslu av Elias Ellefsen á Skipagøtu, dagsins leikara, var litríkt, uppfinnsamt og væl skipað.
Har vóru hópin av gjøgnumbrotum, innspælingum, fríspælingum og fintuskotum. Og tað var eisini pláss fyri einum sonevndum flúgvara, tá Hákun av høgra vongi spældi ein flúgvandi Elias frían til skot.
Verjan undir leiðslu av ósungnu hetjuni á liðnum, Teis Horn Rasmussen, var eisini krútsterk, serliga í seinna hálvleiki, har Vilhelm Poulsen, Pæturi Mikkjalsson og Ísak Vedeslbø, vístu ukrainum, hvar skápið skuldi standa.
Og so skulu vit ikki gloyma liðskiparan í málinum, Pauli Jacobsen, ið spældi ein kongadyst.
Eingin má gloyma, at ukrainska liðið er eitt gott lið, men føroysku leikararnir hava spælt ukrainar sundir og saman.
Einaferð vóru tað víkingar úr Norra, ið gjørdu landgongd í Føroyum og áttu oyggjarnar í okkurt um hálva øld. Nú vera tað føroyingar, ið fara at gera innrás í Norra og royna at hertaka altjóða hondbóltshjørtuni í januar.
-------
Føroyar - Ukraina 35-27 (15-13)
Málskjúttar
Elias Ellefsen við Skipagøtu, 9 mál
Óli Mittún, 6 mál
Hákun West av Teigum, 5 mál
Teis Horn Rasmussen, 5 mál
Leivur Mortensen 2 mál
Vilhelm Poulsen, 2 mál
Ísak Vedelsbøl, 2 mál
Rói Ellefsen á Skipagøtu, 2 mál.
Bjarni í Selvindi, 1 mál
Rói Berg, 1 mál.
Málverjarnir:
Pauli Jacobsen 10/33 30.30 %
Aleksandar Lacok 1/5 20.00 %