Loynihandil var serliga útbreiddur millum suðuroyingar

Loynihandil var serliga útbreiddur millum suðuroyingar
Í 1658 viðgingu suðuroyingar fyri fútanum, at teir høvdu handlað so nógv við loynihandilsskip, at teir ikki kendu prísin á vørum í einahandlinum í Havn
 
06.06.2025 - 15:00

SKRIVAÐ OG LISIÐ:
Hans Andrias Sølvará, søgufrøðingur og professari á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya 

 

1703634

 

Tað verður ofta sagt, at søguliga hava Føroyar verið rættiliga avbyrgdar frá umheiminum. 

Einans nøkur fá skip hjá einahandlinum komu til Føroyar um várið, og so var ikki so nógv samband aftur fyrr enn næsta vár. 

Hetta er bert tann almenni parturin av søguni. 

Keldurnar prógva, at samband hevur altíð verið uttan um almennu skipanirnar – bæði vælkomnir og minni vælkomnir fremmandir gestir. Longu í fyrstu varðveittu tingbókini frá 1615 síggjast loynikeypmenn og ófriðarkroppar at hava vitja í Føroyum. 

 

Fyrsta skjalprógvaða ránið í 1579

Tað fyrsta skjalprógvaða ránið í Føroyum var í 1579, tá onglendingurin Klerch rændi handilshúsini í Havn, og í tí elstu varðveittu tingbókini frá 1615 verður greitt frá, at sjórænarar vóru í Vestmanna. 

Tað eydnaðist donskum herskipi, sum av tilvild var í Føroyum, at handtaka 8 sjórænarar í Vestmanna, sum allir vórðu hongdir. 

Í Hvalba rændu sjórænarar í 1629 30 fólk, sum føroyingar ikki megnaðu at keypa leys við loysigjald – tey komu ongantíð aftur. 

Í 1686 vóru alvápnaðir sjórænarar á Trøllanesi og rændu, og í 1705 vóru sjórænarar norðuri í Vági – núverandi Klaksvík. 

 

Áløgdu fólk at halda vakt

Fyri at verja handilin í Havn móti ránsmonnum varð skansin bygdur í Havn eftir álopið í 1579, og eitt stórt skansaarbeiði varð gjørt í Havn eftir ránið í Hvalba í 1629. 

Onnur pláss í Føroyum vórðu ikki vard av skansum. 

Uttanfyri Havnina áløgdu myndugleikar fólki at halda vakt á støðum við góðum útsýni yvir firðirnar.

Onkuntíð høvdu fólk eisini skyldu til at hava vápn, soleiðis at tey kundu verja seg ella flýggja niðan í fjøllini undan sjórænarum. 

 

Lítil munur á sjórænarum og keypmonnum

Munurin millum sjórænarar og ólógligar loynikeypmenn var ikki altíð so stórur. 

Sjórænarar útihýsti heldur ikki møguleikunum fyri at handla, og miseydnaðar handilsferðir kundu lættliga gerast til ránsferðir. 

Fleiri skip komu eisini til Føroya fyri at fremja ólógligan loynihandil við føroyingar. 

Tá vóru fremmandu gestirnir betri móttiknir av nógvum føroyingum, men sjálvandi ikki av myndugleikunum. 

 

Nógvur loynihandil í Suðuroy

Loynihandil var rættiliga útbreiddur millum føroyingar, serliga í Suðuroynni, har tað var trupult og kundi vera heilt vandamikið at ferðast til einahandilin í Havn at keypa. 

Eftirlitið við loynihandlinum var heldur ikki so gott í Suðuroy. 

Í 1658 viðgingu suðuroyingar fyri fútanum, at teir høvdu handlað so nógv við loynihandilsskip, at teir ikki kendu prísin á vørum í einahandlinum í Havn. 

 

Sjórænarar spent bein fyri útihandli í Suðuroy 

Tað var óivað eisini fyri at loysa hesa avbjóðingina, at ætlanir í 1709 vóru at seta á stovn ein úthandil hjá einahandlinum í Suðuroy. 

Men óttin fyri sjórænarum gjørdi, at hesar ætlanirnar vóru sleptar. 

Tað var ikki fyrr enn vandin fyri sjórænarum minkaði í 1800-talinum, at nakrir úthandlar komu og fríhandil síðan varð settir á stovn í Føroyum. 

Eitt ótrygt tíðarskeið í føroyskari søgu við ólógligum fremmandum gestum var farið. 

 

Hvat: Brot úr Føroya søgu
Hvar: Í Góðan morgun Føroyar og á KVF Ljóð
Nær: Hósmorgnar ella tá tað passar tær á KVF Ljóð 

Brot úr Føroya søgu er samstarv millum Fróðskaparsetur Føroya og Kringvarp Føroyar um, at søgutátturin "Brot úr Føroya søgu" er fastur partur av morgunsendingini Góðan morgun Føroyar hvønn hósdag. Í táttinum verður sjóneykan sett á serstakan persón, hending, lut ella annað úr søgu okkara.  

Hans Andrias Sølvará er professari á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Hann er søgufrøðingur og hevur verið í starvi á Setrinum síðani 2009, fyrst sum adjunktur, men seinni sum lektari. Hans Andrias Sølvará bleiv útnevndur professari í søgu í oktober 2019. Inntil januar 2024 var hann dekanur á Søgu- og samfelagsdeildini, og frá juli í 2024 hevur hann verið útbúgvingarleiðari á Master á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. juli
Morgunlestur týsdagur 8.juli 2025
194080
Mánadag 7. juli
Poppverturin
194151
Mánadag 7. juli
Praktikanturin: Sesilia Sørensen
194139
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. juli
Veðrið
194213
Leygardag 5. juli
Video: 6mf menn
194076
Leygardag 5. juli
Video: 10mf, varmakelda 2025
194074