Húsalánsgrunnurin sleppur at ráða yvir bygninginum á Eirargarði

Húsalánsgrunnurin sleppur at ráða yvir bygninginum á Eirargarði
Lestrarbýli skulu vera í bygninginum, har tvey stjórnarráð hava hildið til. Uppskot er komið í løgtingið
Millum 43 og 55 lestrarbýli kunnu vera í bygninginum á Eirargarði.
 
14.08.2025 - 13:23

Landsstýrið hevur skotið upp at geva Húsalánsgrunninum ræðið á bygninginum Eirargarði 2 í Havn í óavmarkaða tíð.

Heilsumálaráðið og Almanna- og mentamálaráðið hava hildið til í bygninginum. 

Bygningurin skal brúkast at byggja leigubústaðir til lesandi og ung.

Húsalánsgrunnurin ber allan kostnað av umbygging, umvæling, røkt og umsiting av bygninginum.

Ræðisrætturin er avmarkaður soleiðis, at Húsalánsgrunnurin ikki kann leiga bygningin víðari ella avhenda hann. 

 

 

Margit Stórá, landsstýriskvinna, eigur uppskotið um at lata Húsalánsgrunninum bygningin á Eirargarði.

 

Eirargarður 2 er í seks hæddum, umframt kjallarahædd, og møguleikar hjá Húsalánsgrunninum at útvega millum 43 og 55 og lestrarbýli har. 

Sum er húsast Sjúkraflutningstænastan undir Sjúkrahúsverkinum á niðastu hædd í Eirargarði 2.

Hetta heldur fram, til annað verður avtalað millum landsstýrisfólkið, sum varðar av hesi lóg,og landsstýrisfólkið í heilsumálum, stendur í viðmerkingunum til uppskotið.

Bygningurin á Eirargarði verður mettur til 50 milliónir kr., sigur Fíggjarmálaráðið.

Neyvari meting verður umbiðin, tá Húsalánsgrunnurin skal fáa ræði á bygninginum. Bygningurin verður latin Húsalánsgrunninum sum stuðul til mettu keypsupphæddina. 

Les alt uppskotið her.

 

Stjórnarráð flyta

Í sambandi við, at Heilsumálaráðið og Almanna- og mentamálaráðið flyta av Eirargarði 2, hevur Ruth Vang, landsstýriskvinna, lagt uppskot um eykajáttan fyri tingið. Uppskotið hevur 800.000 kr. í halli. 

Heilsumálaráðið, Almanna-og mentamálaráðið, Heilsustýrið og Javnstøðunevndin flyta í leigað høli og høli hjá landinum í Tinganesi í heyst.

Heilsumálaráðið hevur gjørt treytaða leiguavtalu um høli. Kostnaðurin at flyta verður mettur til 150.000 kr.

Leigukostnaðurin verður 72.000 kr. um mánaðin, ella 684.000 kr. um árið.

Almanna- og mentamálaraðið hevur samráðingar um at yvirtaka leigumálið hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum og tunnilsfelagnum á Bryggjubakka.

Les alt uppskotið her.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. apríl
Jambalaja - 180426
207246
Leygardag 18. apríl
Vikugesturin: Tá ið trúgvin er alt
207241
Leygardag 18. apríl
Vikan 18. apríl 2026
207239
Leygardag 18. apríl
Morgunlestur leygardagur 18.apríl 2026
207025
Fríggjadag 17. apríl
Vikuskiftið 17 apríl 2026
207228
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201
Fríggjadag 17. apríl
Veðrið
207227
Fríggjadag 17. apríl
Kakumiks 2 (5:7)
207209
Fríggjadag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207190
Hósdag 16. apríl
Sært tú fuglin? III (1:4)
207118