Gevur grønlendskum kvinnum umbering í snyrilsmálinum

Gevur grønlendskum kvinnum umbering í snyrilsmálinum
Mette Frederiksen, forsætisráðharri, vil tó einki siga um endurgjald
Mette Frederiksen, forsætisráðharri.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
27.08.2025 - 15:27

Mette Frederiksen, forsætisráðharri, hevur í dag vegna danska statin givið grønlendsku kvinnunum eina umbering í snyrilsmálinum.

Málið snýr seg um, at grønlendskar kvinnur og gentur hava fingið snyril settan upp uttan samtykki. 

Mette Frederiksen vil tó einki siga um endurgjald.

 

Stevnt eftir 43 milliónum

143 grønlendskar kvinnur hava stevnt danska statin eftir 43 milliónum krónum í endurgjaldi fyri brot á mannarættindi.

Múte B. Egede, fyrrverandi landsstýrisformaður í Grønlandi, hevur fleiri ferðir sagt, at talan er um fólkamorð. 

Ein óheft kanningarnevnd var sett at kanna málið. Nevndin er ikki komin við almennari niðurstøðu enn, men væntandi kemur hon í næstum. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425