Henrik Sass Larsen dømdur treytaleysa fongsulsrevsing í fýra mánaðir

Henrik Sass Larsen dømdur treytaleysa fongsulsrevsing í fýra mánaðir
Hann hevði 6.200 myndir og 2.200 sjónbandaupptøkur, ið innihalda kynsliga misnýtslu av børnum
Henrik Sass Larsen hevur ikki tikið støðu enn, um hann skal kæra dómin.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
01.09.2025 - 14:22

Fyrrverandi danski ráðharrin Henrik Sass Larsen er í dag dømdur fýra mánaðir treytaleysa fongsulsrevsing fyri at liggja inni við myndum, ið innihalda kynsliga misnýtslu av børnum.

Henrik Sass Lassen hevði 6.200 myndir og 2.200 sjónbandaupptøkur við slíkum tilfari. Fleiri av hesum vóru bólkaðar í grovasta bólkinum av slíkum tilfari.

Fyrrverandi sosialdemokratiski ráðharrin var eisini ákærdur fyri at hava eina barnadukku til kynsligt samband.

Men av tí at løgreglan ikki hevði lagt hald á dukkuna, tá fyrsta húsarannsóknin varð gjørd, bar ikki til at staðfesta, um Henrik Sass Larsen veruliga hevur brúkt hana til kynsligt samband. Tí bleiv hann fríkendur fyri hesa ákæruna.

Henrik Sass Larsen hevur ikki gjørt av enn, um hann fer at kæra dómin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858