Føroya banki verri meting frá Moody´s

Føroya banki verri meting frá Moody´s
Tað, sum eitur "long-term issuer rating," er farið úr A1 niður í A2. Orsøkin er, at kapitalsamansetingin í bankanum er broytt, sigur forstjórin
Metingarhátturin hjá Moody’s gevur verri meting enn seinast, tí samansetingin av kapitalinum í Føroya banka er broytt.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
22.09.2025 - 12:20

Moody’s hevur gjørt eina broyting í metingini um Føroya banka.

Tað, sum eitur "long-term issuer rating," er farið úr A1 niður í A2.

Annars eru metingarnar tær somu, sum bankin fekk í oktober í fjør.

Og útlitini fyri "long-term deposit and issuer rating" eru framvegis negativ.

Turið F. Arge, forstjóri, sigur, at "long-term issuer rating" er broytt, tí kapitalsamansetingin í bankanum er broytt.

Føroya Banki hevur nú størri eginkapital og minni fremmandafígging, enn tá seinasta meting var gjørd.

 

Turið F. Arge. 

 

Gevur verri meting

Men í metingarháttinum hjá Moody’s gevur broytta samansetingin av kapitalinum eina verri meting enn seinast. 

Haraftrat vísir metingarfyritøkan á, at gongdin í lánum til veikar kundar er orsøk til negativu útlitini. 

Talan er tó bara um einstakar vinnukundar í Føroyum og í Grønlandi.

Yvirskipað hevur Føroya banka viðskiftafólk, sum standa seg væl, og klára at svara sínar skyldur.

Vit meta, at framtíðarútlitini sum heild eru góð, sigur Turið F. Arge, forstjóri í Føroya banka.

 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527