Yvirfriðingarnevndin: Fuglalívið í Klivaløkshaga skal kannast

Yvirfriðingarnevndin: Fuglalívið í Klivaløkshaga skal kannast
Nevndin eftirlíkar ikki ynskinum hjá Elveitingareftirlitinum um at sleppa undan kravinum um slíka kanning
Elveitingareftirlitið hevur víst á, at vindmyllurnar eru fluttar longur norður, men Yvirfriðingarnevndin sigur, at tað er ikki greitt, um nýggja staðsetingin hevur størri ella minni týdning fyri fuglastovnarnar.
Mynd: Sp/f Vindorka  
 
30.09.2025 - 18:00

Yvirfriðingarnevndin sleppir ikki ætlanini um, at alt fuglalívið í lendinum, har vindmyllur skulu setast upp í Klivaløkshaga á Sandi, verður kannað til fulnar. Tað merkir, at Yvirfriðingarnevndin heldur fast um avgerð sína í august.

Fyrst í september heitti Elveitingareftirlitið á Yvirfriðingarnevndina um at taka málið upp aftur, og sleppa kravinum um at kanna fuglalívið og hvussu fuglurin ferðast har á leiðini.

Elveitingareftirlitið sigur í skrivi til Yvirfriðingarnevndina, at Vernd hevur gjørt eina fakliga meting um ávirkanina á fuglalívið í økinum. 

Deildin Vernd, sum umsitur náttúruverndarlógina á Umhvørvisstovuni, kom til ta niðurstøðu, at "ætlanin fær lítlan ella ongan týdning fyri fuglastovnarnar".

Yvirfriðingarnevndin hevði aftur fund um málið 18. september, og hevur avgjørt ikki at ganga ynskinum hjá Elveitingareftirlitinum á møti.

 

Týðandi upplýsingar vanta

Nevndin heldur, at í hesum máli vanta týðandi upplýsingar um, hvørjar avleiðingar verkætlanin við vindmyllunum fer at hava á fuglastovnarnar í økinum. 

Í hesum sambandi vísir Yvirfriðingarnevndin eisini á ferðingina hjá fuglunum millum støðini, har fuglurin búleikast, til støðini, har fuglurin savnar sær føði. 

Tí samtykti Yvirfriðingarnevndin 13. august í ár, at hesin tátturin í náttúruni skal greinast, tí árinskanningin hjá Vernd umrøður ikki ferðingina hjá fugli.

Elveitingareftirlitið vísir í síni áheitan á Yvirfriðingarnevndina um at taka málið uppaftur, at vindmyllulundin er flutt longur norður.

Til tað skrivar Yvirfriðingarnevndin, at tað er ikki greitt, um nýggja staðsetingin hevur størri ella minni týdning fyri fuglastovnarnar ella ferðingina hjá fuglinum. Hesin parturin er ikki lýstur. Og ein meting hjá nevndini um nýggju staðsetingina kan ikki byggjast á ein varhuga.

 

Stórt fuglamargfeldi

Í niðurstøðu síni í august vísti Yvirfriðingarnevndin á, at økið frá vátlendinum við Søltuvík har vesturi, við Gróthúsvatni vestan fyri Sandsbygd, norður til Hálsavøtnini sunnan fyri Skopun og suður til Lítlavatn og Stóravatn, hevur størsta fuglamargfeldi í landinum. 

Yvirfriðingarnevndin krevur, at felagið, sum hevur fingið tilsøgn um vindmyllulundina í Sandoynni, ger eina kanning, sum varar eitt ár. Áðrenn kanningin verður sett í verk, skal Yvirfriðingarnevndin góðtaka kanningarætlanina.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 23. juli
Morgunlestur hósdagur
211202
Mikudag 22. juli
Summarbeiti 22. juli 2026
211207
Mikudag 22. juli
Morgunlestur mikudagur
211166
Týsdag 21. juli
Millum tøkini #14: Sundalagsstevna
211178
Týsdag 21. juli
Summarbeiti 21. juli 2026
211171
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097