Fregnartænastan: Russland førir hybrid-kríggj móti NATO og vesturheiminum

Fregnartænastan: Russland førir hybrid-kríggj móti NATO og vesturheiminum
Endamálið er at ræða og spjaða, sigur stjórin í donsku fregnartænastuni, sum hevði tíðindafund saman við verjumálaráðharranum í morgun
Thomas Ahrenkiel, stjóri í fregnartænastuni hjá donsku verjuni, og Troels Lund Poulsen, verjumálaráðharri, á tíðindafundi í morgun.
Mynd: Sebastian Elias Uth/Ritzau Scanpix  
 
03.10.2025 - 08:55

Danska verjufregnartænastan, stytt FE, hevur sent út nýggja meting um hybridhóttanina móti Danmark.

Fregnartænastan metir at Russland í løtuni førir hybrid-kríggj móti NATO og vesturheiminum, og stór sannlíkindi eru fyri, at hybrida hóttanin úr Russlandi móti Nato veksur næstu árini.

FE skrivar á heimasíðu síni, at tað er sera sannlíkt, at Russland heldur seg vera í stríði við vesturheimin, har amboðini verða hildin undir vápnaðum stríðsstigi. 

 

Thomas Ahrenkiel. (Mynd: Sebastian Elias Uth/Ritzau Scanpix)

 

- Endamálið er at ræða okkum og spjaða okkum, vóru boðini frá Thomas Ahrenkiel, stjóra fyri fregnartænastuna hjá donsku verjuni, á tíðindafundi kl. 8 í morgun:

 

03102025_Thomas_1

 


Hann sigur, at Russland er farið at dubba seg hernaðarliga, so landið verður ført fyri at fara í kríggj við NATO eina ferð seinni:

 

03102025_Thomas_2


Fregnartænastan hevur gjørt yvirlit um hóttanarstøðuna:

  1. Hóttanin frá sabotasju móti donsku verjuni er STÓR.
  2. Hóttanin frá oyðileggjandi telduálopum móti Danmark er MIÐAL.
  3. Hóttanin frá hernaðarligum provokatiónum móti NATO-londum er STÓR.
  4. Hóttanin frá ávirkanarvirksemi móti Danmark er LÍTIL.
  5. Hóttanin frá regluligum hernaðarálopum móti Danmark er EINGIN

Les meira her. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 11. mai
Morgunlestur mánadagur 11.mai 2026
208057
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112