Óli og Hákun vunnu báðir í Champions League

Óli og Hákun vunnu báðir í Champions League
Óli Mittún og teir í GOG fingu týðandi sigur í Zagreb, meðan Hákun West av Teigum og teir smurdu Kolstad av í Berl
Hákun West av Teigum skoraði aftur upp á allar sínar kjansir
Mynd: Füchse Berlin  
 
17.10.2025 - 10:28

Bæði Óli Mittún og Hákun West av Teigum spældu væl í Champions League hóskvøldið. 

GOG vann týðandi uppgerðina ímóti RK Zagreb í Kroatia. Óli Mittún skeyt fimm mál og legði upp til tvey í flottum 36-31 sigri, har fjónliðið streyk undan beinanvegin og helt leiðsluna til endans.

Sigurin gevur dønum góð kort á hondina í kappingini um at røkka røkkstøkk-umfarinum í kappingini.

 

 

Hákun aftur 100 prosent

Sigursrøðin hjá Füchse Berlin í Champions League helt fram, tá Kolstad vitjaði í Max-Schmeling-Halle í týska høvuðsstaðnum.

Hákun West av Teigum misnýtir ikki nógvar kjansir fyri tíðina, og føroyski vongurin hevði aftur stilla siktið væl hesa ferð. Hann skoraði tríggjar ferðir upp á tríggjar royndir í 38-27 sigrinum hjá Füchse Berlin.

Berlinrevarnir hava sostatt kós beinleiðis í fjórðingsfinalurnar við 10 stigum fyri fimm teir fyrstu dystirnar. Aalborg er næstfremst við átta stigum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329