- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vónbjørt Vang vunnið bókmentavirðisløn Norðurlandsráðsins

Fyri fyrstu ferð í 39 ár, og bara triðju ferð í søguni, hevur ein føroyingur vunnið bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins.
Hetta er greitt eftir, at bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins er latin yrkingasavninum "Svørt orkidé" eftir Vónbjørt Vang.
Tað hevur Norðurlandaráðið júst kunngjørt.
Hetta er fyrstu ferð, at ein føroyingur vinnur virðislønina, síðani Rói Patursson fekk virðislønina fyri yrkingarsavnið "Líkasum" í 1986.
Fyrstu føroyingur, ið vann heiðurin, var William Heinesen í 1965 fyri bókina "Det gode håb".
Meira enn bara eitt yrkingasavn
"Svørt orkidé" telur 82 blaðsíður og inniheldur yrkingar, essaykend brot, myndakollasjur, minnisbrot, dagbókapettir og sitat úr bókmentasøguni.
Saman við "Svørt orkidé" fylgdi eisini bókin "Úr loggbókum í 2023", sum á ein persónligan, grunandi og poetiskan hátt setur orð á skrivitilgongdina hjá rithøvundanum.
Sostatt er í grundini talan um eitt tvíverk.
Í yrkingasavninum "Svørt orkidé" lýsir Vónbjørt Vang eitt gamalt evni, nevniliga sambandið millum mammu og barn.
Hon skrivar um eitt ungt menniskja, ið spakuliga hvørvur niður í eina undirverð, og eina mammu, ið roynir at geva sorgini ein form.
við frystum fingrum
rótaði eg í vátu moldini
mítt barn varð drigið niður í undirverðina
eg setti tulipanir niður
summar av teimum svartar
og har niðri royndi eg at fjakka
leitaði eftir soni mínum
ið var farin niður í avdýpið
hálaður í moldina
(Úr "Svørt orkidé" eftir Vónbjørt Vang)
Lýsir móðuróttan
Verkið lýsir óttan hjá mammuni fyri at missa sín tannáringason, ið veksur upp og gongur sínar egnu leiðir - og er møguliga við at farin av allari leið.
Yrkingarnar reika runt um spurningar sum: Nær er sonurin sín egni og ikki longur hennara? Nær er hon sín egni og ikki bara mamma? Nær er mann heilur - og kann mann nakrantíð blíva tað?
Í greinini "Metamodernisma í føroyskum skaldskapi", sum stendur í Vikuskiftissosialinum, lýsir Trygvi Danielsen "Svørt orkidé" soleiðis:
"Tað er eitt bersøgið verk við persónligum – fyri ikki at siga privatum – innihaldi, sum verður miðlað við øllum kortum á orðinum. Svørt orkidé er søgan um mammuna, sum fer niður í undirverðina at finna sonin, sum er vilstur. Í tekstinum hómast ikki ein feril av ironiskum tóna, bert ein snórabein linja til føldu upplivingina hjá mammuni, ið autofiktionelt sigur frá sínum 'ljótu kenslum', og sum harafturat greiðir sjálvkannandi frá tilgongdini, hvussu hon kom fram til tær. Tónin er óinballaður, húðerligur, men formurin er fragmentariskur og fløkjasligur."
men eg finni ongan skaldskap
um foreldur
sum eru við at missa eitt barn
livandi
(Úr "Svørt orkidé" eftir Vónbjørt Vang)
Arbeiðir í fleiri løgum
"Svørt orkidé" skrivar seg inn í bylgjuna av móðurskaparbókmentum, sum verkið bæði viðger og vísir til.
Hesar bókmentir eru útgangsstøði fyri leitanina eftir formi og meining í sorgini, sum verkið snýr seg um.
Í síni grundgeving nemur dómsnevndin við serliga bygnaðin í yrkingarsavninum "Svørt orkidé":
"Verkið hevur eitt sterkt visuelt úttrykk, og arbeiðir við bæði týdningum og tilfari í fleiri løgum. Síðurnar eru prýddar við kollagum, ið rithøvundurin sjálv hevur skapað burtur úr samanklippum av tekstum og myndum úr øðrum verkum. Hendan nýtslan av brotum og visuellum luteindum undirstrikar spjaðingina og leitanina í upplivingum mammunar - hennara roynd at finna orð fyri tí ósigiliga."
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
Hvør er høvundurin?
Vónbjørt Vang, ið er fødd í 1974, er ein sterk rødd á føroyska bókmentapallinum.
Hennara fyrsta yrkingasavn, "Millumlending", kom út í 2011, meðan "Djúpini" kom út í 2017.
Í sínum ritverkum granskar Vónbjørt Vang djúp menniskjalig sambond, og hvussu hesi eru rótgrógvin í tíð og staði.



























