Marianna fingið pláss í HM-hópinum

bannari
Marianna fingið pláss í HM-hópinum
Marianna Geirsdóttir Eystberg er ein av teimum 18 spælarunum, sum er við í HM-hópinum hjá hondbóltslandsliðnum. Hon hevur ikki verið við í trý ár
 
03.11.2025 - 18:35

Marianna Geirsdóttir Eystberg er tikin út til HM-hópin hjá hondbóltslandsliðnum, sum um knappan mánað fer undir endaspælið í Trier í Týsklandi.

Bakkurin, sum hevur røtur í Kyndli, men í løtuni spælir við BK Ydun í næstbestu donsku deildini, hevur ikki spælt landsdyst síðan 2022. Hon var við í bruttohópinum, sum vandi saman undan EM-undankappingardystunum móti Íslandi og Montenegro fyri kortum, og Claus Mogensen og Simon Olsen hava givið henni álit.

Maria Halsdóttir Weyhe úr H71 varðveitir plássið, sum hon vann sær seinast, og málverjin Annika Fríðheim Petersen er við aftur eftir barnsburð og tekur dystin um plássið upp aftur við Rakul Wardum og unga stjørnuskotið Gyltu á Neystabø.

Pláss er fyri 16 spælarum á dómaraseðlinum til hvønn dyst. Føroyska liðið savnast aftur tann 17. november til venjingar í Føroyum. Leygardagin 22. november spæla Føroyar venjingardyst móti Íslandi Við Tjarnir, áðrenn leiðin gongur til Týsklands 24. november.

Í mun til EM-hópin í fjør eru Brynhild Pálsdóttir, Bjørk Franksdóttir Joensen og Lukka Arge ikki við hesa ferð. Harafturat hava Brynja Høj og Turið Arge Samuelsen takkað fyri seg á landsliðnum. Gylta á Neystabø, Karin Egholm, Vár Bentsdóttir Zachariasen, Maria Halsdóttir Weyhe og Marianna Geirsdóttir Eystberg skulu royna seg í endaspæli fyri fyrstu ferð.

 

Føroyski HM-hópurin:


Málverjar
Annika Fríðheim Petersen, EH Aalborg (Danmark)
Rakul Wardum, Ringkøbing Håndbold (Danmark)
Gylta á Neystabø, Kyndil

Vengur
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, VÍF
Karin Egholm, H71
Rannvá Olsen, Ejstrup/Hærvejen (Danmark)
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, H71

Strikur
Pernille Brandenborg, Storhamar (Norra)
Bjarta Osberg Johansen, Kyndil
Vár Bentsdóttir Zachariasen, Ajax København (Danmark)

Bakkar
Elsa Egholm, Ajax København (Danmark)
Jana Mittún, Viborg HK (Danmark)
Maria Pálsdóttir Nólsoy, HH Elite (Danmark)
Súna Krossteig Hansen, Skanderborg Håndbold (Danmark)
Lív Bentsdóttir Zachariasen, Ajax København (Danmark)
Marita Mortensen, HØJ (Danmark)
Marianna Geirsdóttir Eystberg BK Ydun (Danmark)
Maria Halsdóttir Weyhe, H71

 

HM-leikskráin hjá Føroyum:

Mikudagin 26. november kl. 19.30: Montenegro – Føroyar
Fríggjadagin 28. november kl. 19.30: Spania – Føroyar
Sunnudagin 30. november kl. 14.30: Føroyar – Paraguay

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Leygardag 3. oktober
26. Jambalaja - 031026
214221
Leygardag 3. oktober
Upp á tá - 021026
214219
Fríggjadag 2. oktober
Vikuskiftið 2 okt 2025
214203
Fríggjadag 2. oktober
LEITISSTEIN 02.10.2026 (Lea Eyðbjørg)
214191
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115