Icelandair hevur sagt 38 fólkum úr starvi

Icelandair hevur sagt 38 fólkum úr starvi
Felagið væntar hall í ár, men einki er frætt um, at flúgvingin til Føroya verður rakt
Icelandair flýgur til Føroya um summarið, men einki er frætt um, at sparitiltøkini fara at raka føroyaflúgvingina.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
06.11.2025 - 10:58

Icelandair hevur sagt upp 38 fólkum.

Tey flestu arbeiddu á skrivstovuni hjá felagnum í Havnarfirði.

Icelandair hevur avlop, men tað minkar. Tað hevur minkað seinastu átta árini.

Men felagið væntar hall í ár.

Ætlan felagsins er at venda gongdini næsta ár, sigur felagið í fráboðan.

Taka tvey flogfør úr flotanum 

Felagið ætlar at taka tvey flogfør úr flotanum, og tað ætlar at gevast við at brúka heilt stóru flogførini, Boeing 767, um eitt ár.

Icelandair flýgur til Føroya um summarið. 

Eingin fráboðan er komin um, at tann flúgvingin heldur uppat. 

Annars fór Play, størsti kappingarneytin hjá Icelandair, í gjaldstegð í september. 

3.166 fólk arbeiddu hjá Icelandair Group 1. januar í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938