Metnógv ung vilja kappast í vísind og tøkni

Metnógv ung vilja kappast í vísind og tøkni
Í dag er kappingin First Lego League Føroyar skotin í gongd, og ongantíð áður hevur áhugin verið so nógvur
Soleiðis sá út, tá tey ungu kappaðust í First Lego League Føroyar í fjør
Mynd: Savnsmynd  
 
08.11.2025 - 14:25

Í dag opna tey dyrnar í skúlanum á Fløtum, har kappingin First Lego League Føroyar verður hildin.

37 lið skulu kappast í uppgávum við støði í vísund og tøkni, og ongantíð hava fleiri verið við.

Jákup Heinesen er fyriskipari, og er ógvuliga glaður um góðu undirtøkuna.

Sambært honum er hetta ein heilt serlig kapping, sum gevur teimum ungu møguleika at menna seg í tí tøkniliga fakinum.

Tey skulu hugsa í loysnum til praktiskar trupulleikar, og í kappingini sleppa tey bæði at programmera, samstarva og skriva frágreiðingar, sigur Jákup Heinesen.

Hvørt kappingarár er eitt nýtt evni á skránni, og í ár er tað fornfrøðina, tey ungu skulu takast við.

Tey, sum fáa fyrsta og annað plássi í føroysku kappingini, sleppa víðari til finaluna í Odense 29. november. 

Tey, sum klára seg væl til TA kappingina, koma víðari til altjóða kapping. 

Tað eru tey 50 bestu liðini av teimum 40 túsund, sum hava kappast, sum sleppa at kappast á altjóða støði.
 

1775162

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Fólkatingsval 2026
206167
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 2:3
135345