Fyrrverandi forsætisráðharri í Bangladesj dømd deyðarevsing

Fyrrverandi forsætisráðharri í Bangladesj dømd deyðarevsing
1.400 fólk doyðu í samanbrestum, men Sheikh Hasina hevur víst aftur, at hon gav boð um at drepa
Sheik Hasina, fyrrverandi forsætisráðharri í Bangladesj, er dømd deyðarevsing.
Mynd: Mohammad Ponir Hossain/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
17.11.2025 - 17:00

Fyrrverandi forsætisráðharrin í Bangladesj, Sheikh Hasina, er dømd deyðarevsing fyri brotsgerðir móti mannaættini.

Tað hevur ein dómstólur gjørt av, skrivar Reuters.

Málið byrjaði í juli í fjør, tá Sheik Hasina setti eina gamla kvotuskipan í gildi aftur.

Serliga ungfólk vóru ímóti skipanini, sum bar í sær, at 30 prosent av frælsisstríðsfólki og eftirkomarar teirra skuldu eiga rættin til 30 prosent av almennum størvum.

Tey ungu søgdu seg vera fyri vanbýti í eini tíð, tá nógv ungfólk vóru arbeiðsleys í Bangladesj.

Eftir nógv mótmæli var kvotuskipanin sett úr gildi aftur. 1.400 fólk lótu lív í samanbrestum, sigur ST í eini frágreiðing.

Ein týdningarmikil spurningur í rættarmálinum var, um Hasina gav boð um at drepa, men tað hevur hon víst aftur.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. oktober
Breddin: Fíggarlógin og vaktarskipini
214095
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037