USA gjørt uppskot um at enda kríggið í Ukraina

USA gjørt uppskot um at enda kríggið í Ukraina
Ógreitt er, hvat stendur í uppskotinum, men Donald Trump og Zelenskyj hittast fyrsta dagin
Samstundis sum USA arbeiðir við eini friðarætlan, halda russar fram at bumba í Ukraina.
Mynd: Andriy Bodak/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
21.11.2025 - 08:20

USA hevur í fleiri vikur arbeitt við eini ætlan um at enda kríggið í Ukraina.

Tað sigur eitt talsfólk fyri Hvítu húsini.

Og nú liggur eitt uppskot um  friðarætlan á borðinum hjá Volodymyr Zelenskyy, forseta.

Enn er tó óvist um Ukraina fer at góðtaka friðarætlanina. Men skrivstovan hjá ukrainska forsetanum sigur, at Zelenskyj skal hitta amerikanska forsetan, Donald Trump, fyrsta dagin at umrøða friðarætlanina.

Nógv verður gitt, hvat stendur í uppskotinum. 

Sambært fleiri altjóða miðlum er ætlanin millum annað, at herurin hjá Ukraina skal minka niður í helvt, siga frá sær ávísar vápnaskipanir og gloyma alt um limaskap í Nato.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026