- Tíðindi, mentan og ítróttur
Undirhondin: Ingi Olsen metir um spælaraavrikini móti Montenegro
Undirhondin: Ingi Olsen metir um spælaraavrikini móti Montenegro
Hondbóltsviðmerkjarin hjá Kringvarpinum, Ingi Olsen, metir um spælaraavrikini hjá Føroyum í tapinum fyri Montenegro og gevur stjørnur frá einari til fimm

26.11.2025 - 23:44
Føroyar taptu 32-27 fyri Montenegro í fyrsta dystinum í HM-endaspælinum. Avrikið var gott, men alt ov nógvir misnýttir kjansir kostaðu dýrt ímóti hægst styrkismetta liðnum í føroyska bólkinum.
Her verður mett um avrikini hjá føroyska liðnum, og tað verður gjørt eftir einum 5 stjørnu skala
5 stjørnur vera givnar fyri ”einastandandi gott avrik”
4 stjørnur vera givnar fyri ”gott avrik”
3 stjørnur vera givnar fyri ”miðal avrik”
2 stjørnur vera givnar fyri ”ikki nøktandi avrik”
1 stjørna verður givin fyri ”sera vánaligt avrik”
Annika Fríðheim Petersen kom inn lutfalsliga tíðliga í dystinum ímóti Montenegro, og upp á lítla løtu hevði hon fleiri frálíkar bjargingar, sum hildu Føroyum inni í dystinum. (Mynd: Jure Erzen/Kolektiff)
Annika Fríðheim Petersen 4
Tað var sera spennandi at síggja, júst hvar Annika er, eftir at hava verið úti í nærum eitt ár eftir barnsburð í september. Hon verður skift inn, eftir at Føroyar høvdu eina sera trupla løtu av dystinum, og hon er avgjørt við til at broyta dystin. Ein avgerandi spælari í royndini at koma aftur í dystin. Ein sera góður dystur frá Anniku.
Rakul Wardum 3
Rakul stendur í føroyska málinum frá fyrsta bríksli í dag, men fær ikki bestu byrjanina. Tá hon so fær møguleikan aftur seinni í dystinum, hevur hon nakrar sera góðar bjargingar. Gott at fáa ein góðan enda á dystin í dag, so hon kann taka tað við sær til komandi dyst, sum verður sera trupul.
Jana Mittún 3
Dagsins leikari í dag, og ein leikari, sum Montenegro sjálvandi hevur brúkt nógva orku uppá at dekka upp fyri. Sjálvt um tað ikki bara gekk væl við málskjótingini, hevur Jana eisini fleiri málgevandi avleveringar. Við tað, at Montenegro brúkar so nógva orku uppá Janu, gevur tað eisini betur pláss til hinar. Tað telur sjálvandi nakað niður, at nøkur skot vera brend, men innsatsurin hjá Janu er altíð fantastiskur.
Súna Krossteig Hansen 3
Súna spælir mest sum allan dystin í dag og er bert úti í verjuni viðhvørt. Hevur eitt ein ímóti einum-álopsspæl, sum er á sera, sera høgum stigi. Deiligt at síggja, at hon tekur av í støðunum, har verjan hevur eyguni eftir Janu. Í verjustøðu er Súna eisini sera stinn og kemur sera væl frá tí partinum eisini.
Súna Krossteig Hansen var hin einasta, sum helt høvdið kalt í skotstøðu ímóti montonegrinska málverjanum eina løtu í seinna hálvleiki. Mátti taka nógva ábyrgd, tí mótstøðuliðið ansaði sera væl eftir Janu MIttún. (Mynd: Jure Erzen/Kolektiff)
Karin Egholm 1,5
Karin fær møguleikan, eftir at hin vongurin hevði brent. Men tað var ikki hennara dagur í dag. Tvær royndir og tvey brend skot vóru úrtøkan.
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 2,5
Lív kemur sera væl inn í dystin í dag. Beinanvegin tvey mál, sum sótu sera væl. So vónaðu øll, at nú var sloppið. Men eftir hesi skotini, ja, so komu tvey heldur vánalig skot, sum tíverri ikki sótu har tey skuldu. Tað bleiv til eitt mál afturat, men tað skuldu sjey royndir til, og tað telur niður, tá karakterur skal gevast. Verjuparturin var sum altið sera góður.
Rannvá Olsen 3
Eitt sindur sama søga sum við Lív. Rannvá kemur sera væl frá 1. hálvleiki og fær allar tríggjar møguleikarnar inn. Men so byrjar seinni hálvleikur, og tvey skot vera brend beinanvegin. Verjuparturin var í lagi.
Anna Elisabeth H. Weyhe 2
Trupul dystur í dag. Kemur inn at skjóta brotskast, tá Pernille hevur brent, og brendi eisini. Fær eisini onkrar góðar møguleikar afturat, men tíbetur eydnast henni at fáa eitt sera gott mál. Verjuparturin var góður.
Bjarta Osberg Johansen 3
Bjarta fær leiklutin í sjey móti seks, og loysir hann fyri so vítt væl. Tað er í hesi løtuni, at vit koma burtur úr truplu støðuni, vit høvdu verið í. Eitt sindur ringt at geva karakter til Bjartu, sum fyri so vítt loysir støðurnar, hon er í, væl, men samstundis ikki verður spæld so nógv. Fær ein møguleika, men brotskast verður dømt.
Føroyski liðskiparin á veg ígjøgnum. Tað gekk heldur misjavnt við skotunum, men í verjuspælinum riggaði samstarvið við Lív B. Zachariasen væl. (Mynd: Jure Erzen/Kolektiff)
Pernille Brandenborg 3
Krumtappurin í verjuni hjá Føroyum í dag og nærum altið. Samanspælið, sum nú er við Lív, gerst bara betur og betur fyri hvønn dyst. Dysturin í dag var sera trupul, og serliga var tað sera sterku strikuleikararnir hjá Montenegro, sum elvdu til trupulleikar. Seinni hálvleikur vísti kortini, at vit høvdu betur tak á. Enn ein sera góður innsatsur í verjuni. Pernille fær nógvar møguleikar í álopinum, men alt ov nógvir góðir møguleikar verða misnýttir.
Elsa Egholm 3
Elsa kemur inn, tá vit fara yvir til at spæla sjey móti seks. Er ein av fáu leikarunum, sum fær allar sínar bóltar í mál. Tað telur upp. Tað er ikki hennara leiklutur at skapa, men meira at vera klár, tá hinar hava lagt trýst á. Verjuparturin hjá Elsu verður alsamt betri, og hon hevur ment seg til at vera ein av okkara sera góðu verjuleikarum. Sum høgri bakkur í verjuni spælir hon móti sera stóra vinstra bakkinum hjá Montenegro og ger tað væl.
Maria Pálsdóttir Nólsoy 3
Tvey skot og tvey mál er góðkent, men onkursvegna er kenslan, at vit fáa ov lítið burtur úr Mariu. Um tað er soleiðis, vit vilja spæla, er sjálvandi ilt at vita, men við sínum annars frálíka bólteyga, kundi eg hugsað mær, at Maria var enn meira sjónlig og ágangandi.
Hesi bæði kunnu vera væl nøgd við síni avrik í tapinum fyri Montenegro. Venjarin gjørdi mestsum alt rætt, meðan Lív B. Zachariasen stóð sterkt undir liðini á Pernille Brandenborg. (Mynd: Jure Urzen/Kolektiff)
Lív Bentsdóttir Zachariasen 3,5
Verjuspælið saman við Pernille er á sera høgum stigi, og tað er eingin, sum longur stúrir fyri, hvussu tað fer at gangast eftir Brynju Høj. Sjálvandi vera truplar støður, tá ein spælir ímóti so dugnaligum leikarum. Men heilt nógvar støður verða loystar sera væl.
Claus Mogensen 3,5
Eins og væntað, komu Føroyar til sera góðar støður í álopinum. Hetta ímóti hægst styrkismetta liðnum í bólkinum. Tað er leikluturin hjá einum venjara at gera umstøðurnar soleiðis, at leikarar koma í hesar støður. Hvussu hvør einstakur leikari so avgreiðir skot, ja, tað fær venjarin einki gjørt við. Broytti, tá broytast skuldi, til sjey móti seks og skifti málverja í røttu løtuni.
Venjarin er helst glaður fyri, at flestu leikararnir komu nøkulunda væl frá uppgávuni. Tí skal ikki brúkast so nógv orka uppá at ”samla” tær upp til komandi uppgávu.
Vár B. Zachariasen
Kom ikki inn í dag.
Marita Mortensen
Kom ikki inn í dag.
Marianna Eystberg
Kemur ikki inn í dag.
Gylta á Neystabø
Ikki á dómaraseðlinum í dag.
Maria H. Weihe
Ikki á dómaraseðlinum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV




























