Føroyskir næmingar kappast um norðurlendskan sigur í First Lego League

Føroyskir næmingar kappast um norðurlendskan sigur í First Lego League
Tvey føroysk lið eru í dag við í norðurlendsku finaluni í First Lego League, sum verður hildin í Odense í Danmark
Víkingar eru við í First Lego League-finaluni í Odense
Mynd: privatmynd  
 
29.11.2025 - 14:30

Í dag er norðurlendska finalan í First Lego League í Odense, og Føroyar eru umboðaðar við tveimum liðum.

Antonia Lindenskov Funding gongur í 8. flokkki í Eysturskúlanum, og hon er við á liðinum Víkingar saman við sjey øðrum næmingum. 

Tey hava lagt fram í dag, og sjálv letur Antonia væl at. Sambært henni er vónin, at liðið megnar at vera millum tíggju tey bestu.

 

Fornfrøðin á skránni

Kappingin byrjaði í Føroyum í 2005, og hevur tí heili 20 ár á baki í ár.

Hvørt ár er eitt nýtt evni á skránni, og evnið í ár er fornfrøði.

Sum navnið á liðinum Víkingar sipar til, valdu næmingar úr Eysturskúlanum í ár at leggja dentin á føroysku víkingasøguna.

 

First Lego League Føroyar

Tað eru tvey tey bestu liðini úr føroysku kappingini First Lego League Føroyar, sum bleiv hildin 6. november í skúlanum á Fløtum, sum eru komin víðari til Odense at kappast í norðurlendsku finaluni. 

Víkingar úr Eysturskúlanum komu víðari við einum øðrum plássi í føroysku kappingini, meðan liðið Terra Dreams úr skúlanum við Løkin fóru við fyrstaplássinum og gjørdist føroyameistarar.

 

Hoyrið Antoniu og lærara hennara Rúna Juul greiða frá upplivingini:

 
1779420

 

 

 

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870