Pernille trokast ovarlaga á toppskjúttaralistanum

bannari
Pernille trokast ovarlaga á toppskjúttaralistanum
Føroyski liðskiparin er í topp-10 á toppskjúttaralistanum, nú miðumfarið byrjar við stórdysti ímóti týsku vertunum í Westfalenhalle
Pernille Brandenborg er ovarlaga á HM-toppskjúttaralistanum, nú miðumfarið byrjar
Mynd: Jure Erzen / kolektiff  
 
02.12.2025 - 11:56

Føroyar hava veruliga gjørt vart við seg til heimsmeistarakappingina í Týsklandi, og hava teim flestu kunnugt spælt seg víðari úr bólkaspælinum fyri fyrstu ferð.

Fleiri av føroysku spælarunum hava eisini staðið seg væl higartil. Størsta einstaka avrikið var kanska tað hjá málverjanum Rakul Wardum í 27-25 sigrinum á Spania í 2. umfari, men eisini Annika Fríðheim Petersen stóð væl í fyrsta dystinum ímóti Montenegro.

Av teimum, sum hava lyft tyngstu byrðarnar, eru kanska serliga tvær, sum eru verdar at nevna. Liðskiparin Pernille Brandenborg er ovarlaga á toppskjúttaralistanum eftir bólkaspælið. 

Strikuspælarin liggur í løtuni á 5. plássi saman við Danilu Patricia So Delgado-Pinto úr Spania og Grétu Márton úr Ungarn við 18 málum. Vert er at leggja til merkis, at Pernille Brandenborg hevur skotið 11 brotskøst og hevur sett átta teirra í netið.

Sorina-Maria Grozav úr Rumenia er ovast á listanum við 24 málum.

SÍ: Toppskjúttaralistin til HM

 


Jana Mittún roynir seg í fyrsta dystinum ímóti Montenegro. Kviki bakspælarin hevur skorað 12 mál og lagt upp til 13 higartil. (Mynd: Jure Erzen / kolektiff)

 

Jana við í øllum

Tá tað snýr seg um álopsatsóknir yvirhøvur skarar Jana Mittún framúr. Bakspælarin úr Viborg tekur stóra ábyrgd í føroyska álopinum, og tá hon er inni, er hon eisini í miðdeplinum.

Jana Mittún liggur á sjeynda plássi á listanum yvir tær, sum hava flest mál og upplegg samanlagt. Higartil hevur fótfimi hoyvíkingurin skotið 12 mál og átt næstseinastu hond á 13 føroyskum málum.

Tá er vert at nevna, at í mun til Pernille Brandenborg hevur Jana Mittún einki brotskast skoti. Næstu føroyingarnir á listanum eru Súna Krossteig Hansen við 19 og Maria P. Nólsoy.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
RagnarRokk: Gus G um Steel Burner
212034
Hósdag 27. august
RagnarRokk 27.august 2026
211825
Hósdag 27. august
RagnarRokk: Temka um HUN
211823
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244