USA fyrireikar peningagávu til grønlendingar

USA fyrireikar peningagávu til grønlendingar
Dulnevndar embætiskeldur vilja vera við, at upphæddir millum 10 túsund og 100 túsund dollarar til hvønn grønlending eru nevndar
Dollarar skulu sannføra grønlendingar um at venda Danmark bakið.
Mynd: Shutterstock.com  
 
09.01.2026 - 08:46

100 túsund dollarar, ella slakar 650.000 krónur, í lumman. Tað kunnu grønlendingar kanska gleða seg til.

Stjórnin í USA kannar nevniliga møguleikan at geva grønlendska fólkinum pengar. 

Tað siga fýra dulnevnd amerikonsk embætisfólk við tíðindastovuna Reuters.

Tvær av keldunum vilja vera við, at upphæddir millum 10 túsund og 100 túsund dollarar til hvønn einstakan grønlending eru nevndar.

Ógreitt er, hvussu hetta skal skipast, men endamálið er heilt greitt. Tað sigst vera at sannføra grønlendingar um at venda Danmark bakið, og at gerast partur av USA.

 

Hevur brúk fyri Grønlandi

Hugskotið at geva teimum umleið 56 túsund íbúgvunum í Grønlandi hvør sína peningagávu er eitt boð uppá, hvussu USA kann keypa Grønland.

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur fleiri ferðir sagt, at USA hevur brúk fyri Grønlandi, av trygdarávum, og eitt uppskot frá honum hevur verið at keypa Grønland frá Danmark. 

Hetta hava bæði danskir og grønlendskir myndugleikar fleiri ferðir sagt kortanei til.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809