Øll heimsins eygu eru vend móti Washington í dag

Øll heimsins eygu eru vend móti Washington í dag
Søguligi fundurin millum Grønland, Danmark og USA verður seinnapartin
Hvítu húsini eru karmur um ein søguligan fund í dag.
 
14.01.2026 - 08:10

Heimurin vendir sær ímóti Washington í dag.

Har fara grønlendska landsstýriskvinnan í uttanríkismáluim, Vivian Motzfeldt, og danski uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, á fund við  Marco Rubio, sum er amerikanskur uttanríkisráðharri, og J. D. Vance, varaforseta.

Fundurin verður í Hvítu húsunum seinnapartin.

Nógvir av heimsins miðlum hava søguna ovarlaga á breddanum eftir fundin í Keypmannahavn í gjár. 

 

Vivian Motzfeldt. 

 

Sterk fráboðan

Millum annað kann lesast á BBC, at útsøgnin hjá grønlendska stjórnarleiðaranum, Jens-Frederik Nielsen, er tann sterkasta fráboðanin frá einum leiðara í danska økinum, síðan Donald Trump, forseti, tók uppaftur ætlan sína um at innlima Grønland í USA.

Eisini skriva The Guardian, CNN og New York Times um málið, og í eini greining í New York Times skrivar Jeffrey Gettleman við tilvísing til David Silbey, sum er søgufrøðingur á Cornell University, at tað serliga er støddin á Grønlandi, sum tykist vera tann drívandi megin hjá forsetanum.

- Trump handlar við ognum, og fyri meg at síggja er tað serliga hugskotið um at taka eitt so stórt land, sum er tann drívandi megin, tí so kann hann siga, at hetta er tað størsta landaøkið, sum nakrantíð er tikið, skrivar hann.

 

Lars Løkke Rasmussen. 

 

Stór lond

Grønland er 2,2 milliónir ferkilometrar til víddar, og USA er 9,4 milliónir ferkilmetrar. USA er nummar fýra á listanum yvir heimsins størstu lond, har Grønland er nummar 12, og Russland er størst við 17,1 milliónum ferkilometrum.

Kanada er nummar tvey við sløkum tíggju og Kina við 9,7, men tekur USA valdið í Grønlandi, verður USA næststørsta landaøki í heiminum við 11,5 millónum ferkilometrum av landi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. juli
RagnarRokk: J. Asgaard um Hævnen
209128
Sunnudag 26. juli
Søgan um Johnny Cash 4. partur
211306
Sunnudag 26. juli
Tónleikur í 13 øldir (4:10)
210348
Sunnudag 26. juli
Guðstænasta úr Fjósinum á G!
211114
Leygardag 25. juli
Radio Stjernekilde - Partur 10
209140
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098

Annað frá KVF