Hwarang Føroyar til Nordic Taekwondo Championship 2026 í Skanderborg

Hwarang Føroyar til Nordic Taekwondo Championship 2026 í Skanderborg
Hwarang Føroyar er komin til Danmarkar, har seks kemparar skulu luttaka í Nordic Taekwondo Championship 2026 um vikuskiftið
Hwarang Føroyar: Frá vinstru; Boas Hansen, Jerrold Balagasay, Jónar Kristiansson Poulsen, Stefan Mifsud, Prashim Khadka, Mathias Gabrielsen - venjari. Høgni Kunoy Dávason vantar á myndini
Mynd: Hwarang Føroyar  
 
23.01.2026 - 20:33

Taekwondo felagið, Hwarang Føroyar, er komin til Danmark, har seks kemparar skulu luttaka í Nordic Taekwondo Championship 2026 um vikuskiftið, ið verður í Skanderborg.

- Kappingin gevur íðkarunum hjá felagnum møguleika at kempa á hægsta stigi í norðurlondum, har tey bestu frá Norra, Svøríki, Danmark, Íslandi og Finnlandi kappast. Hesin pallurin gevur teimum venjing til enn størri kappingarar runt í heiminum innan Taekwondo kampítrótt, sigur Noomi Heradóttir, forkvinna í Hwarang Føroyar.

Tað verða áleið 300 lutakarar í kamp. Hwarang Føroyar hevur seks luttakarar, sum skulu kempast. Høgni Kunoy Dávason býr í Keypmannahavn og venur við Nørrebro Taekwondo Klub, men kempar fyri Føroyar.

- Íðkararnir hjá Hwarang Føroyar venja í Søldarfirði, men mugu av landinum, fyri at sleppa at kempa. Tí er hesin túrur sera mennandi og læruríkur, leggur Noomi Heradóttir afturat.

Føroysku Taekwondo íðkarnir eru:

Jónar Kristiansson Poulsen - 41 kg Kadet

Stefan Mifsud - 48 kg Junior

Jerrold Balagasay -45 kg Junior

Boas Hansen -68 kg Junior

Prashim Khadka - 54 kg Senior

Høgni Kunoy Dávason -74 kg Senior

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809