Danska stjórnin fær størri undirtøku frá veljarunum

Danska stjórnin fær størri undirtøku frá veljarunum
Berlingske skrivar, at hetta ber boð um, at Mette Frederiksen og Lars Løkke Rasmussen hava dugað væl at handfarið størstu uttanríkispolitisku kreppu síðani seinna heimsbardaga
Hevði fólkatingsval verið nú, hevði sosialdemokratiski flokkurin hjá Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, fingið 23,1 prosent av atnkvøðunum.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
27.01.2026 - 15:03

Danska stjórnin hevur nú størri undirtøku millum veljararnar.

Veljarakanningar í Danmark vísa, at var val í dag, hevði stjórnin fingið 40,9 prosent av atkvøðunum. Hetta er væl meir enn fyri fimm vikum síðani, tá kanningar vístu, at  l SVM-stjórnina fekk 32,7 prosent av atkvøðunum. 

Danska blaðið Berlingske skrivar, at hetta ber boð um, at danir eru væl nøgdir við handfaringina hjá Mette Frederiksen og Lars Løkke Rasmussen av størstu uttanríkispolitisku kreppuni síðani annan heimsbardaga.

 


Tað hevur riðið um snarið, um Moderatarnir hjá Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharra, fóru at røkka upp um tinggáttina. Men nýggjasta veljarakanningin vísir, at Moderatarnir høvdu fingið sjey prosent av atkvøðunum. (Mynd: Bjarni Arting Rubeksen)

 

Verður val?

Sosialdemokratarnir standa til at fáa 23,1 prosent av atkvøðunum. Fyri einum mánaði síðani var talið 18,9 prosent.

Moderatarnir standa til sjey prosent afturímóti 2,8 prosentum fyri einum mánaði síðan. Triði stjórnarflokkurn, Vinstri, stendur í stað á 10,8 prosentum. 

Hesi tølini eru øll frá Voxmeter, men aðrar kanningar, sum danskir miðlar gjørdu í seinastu viku, vístu somu gongd.

Berlingske viðmerkir, at við hesi framgongdini mann tað vera meira freistandi hjá Mette Frederiksen at útskriva fólkatingsval nú enn fyri fáum vikum síðani.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. september
Vágskálin: Tóroddur kortsluttar vit og skil
213414
Mikudag 23. september
Skratsj 23. septembur 2026
213696
Mikudag 23. september
Eitt korter við klassiskum - 23. sep 2026
213680
Mikudag 23. september
Heilsuhornið
213673
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532