Sands kommuna fylgdi ikki lógini - seldi fastogn uttan at bjóða hana út

Sands kommuna fylgdi ikki lógini - seldi fastogn uttan at bjóða hana út
Kommunala eftirlitið finst at kommununi, men ger ikki meira við málið
Kommunala eftirlitið heitir á Sands kommunu um at fylgja ásetingunum í kommunustýrislógini og grundreglunum í kommunufulltrúini.
Mynd: Sands kommuna  
 
27.01.2026 - 13:11

Í september í 2023 samtykti Sands kommuna at keypa 2.194 fermetrar av jørð í Trøðum á Sandi frá Búnaðarstovuni.

Keypið var treytað av, at 499 fermetrar skuldu leggjast út til veg, meðan hinir 1.695 fermetrarmir skuldu seljast til festara. Tó keypti kommunan bara teir 1.695 fermetrarnar, og hóast treytirnar, seldi borgarstjórin teir 1.695 fermetrarnar til triðja mann í staðin fyri til festaran, og uttan at ognin varð boðin út alment. 

 

Vendu sær til Kommunala eftirlitið

Tríggir av kommunustýrislimunum vendu sær til Kommunala eftirlitið, og vístu á, at keyparin hevur rindað 175.000 kr. fyri matr. nr. 175d.

Tað meta teir vera langt undir marknaðarprís fyri jørð í sethúsaøkinum í Trøðum á Sandi. Kommunustýrislimirnir meina tí, at borgarstjórin hevur álagt kommununi eitt fíggjarligt tap við at ikki selja fastognina fyri marknaðarprís. 

Kommunala eftirlitið hevur tikið málið upp, og Nella Festirstein, aðalstjóri, skrivar, at kommunan hevur skyldu at bjóða kommunala fastogn út alment, áðrenn hon verður seld, sambært § 44 í kommunustýrislógini og §§ 1-3 í kunngerð um alment útboð av kommunalari fastogn.  

 


Kristian Oskar Henriksen er borgarstjóri í Sands kommunu. 

 

Kommunan skuldi vera millumliður

Borgarstjórin hevur greitt Kommunala eftirlitini frá, at kommunan skuldi virka sum ein millumliður í sølunum millum Búnaðarstovuna og festara, og síðani millum festara og keypara, tí Búnaðarstovan ikki vil selja til privatpersónar, og festarin hevði til endamáls at selja til ávísan keypara kortini. 

Hetta er ikki í samsvari við kommunustýrislógina, og Kommunala eftirlitið vísir á, at tað ikki er at meta sum ein kommunal uppgáva at virka sum millumliður í sølu av jørð millum Búnaðarstovuna og privatar keyparar upp á kvamsvís.

Kommunala eftirlitið sigur í niðurstøðuni, at tað er ikki í samsvari við kommunustýrislógina, at borgarstjórin í kommununi ikki avgreiðir málið, soleiðis sum tað var samtykt. 

 

Ger ikki meira

Kommunala eftirlitið ger tó ikki meira við málið, men heitir á Sands kommunu um at fylgja ásetingunum í kommunustýrislógini og grundreglunum í kommunufulltrúini hereftir. 

Kringvarpið hevur tosað við Kristian Oskar Henriksen, borgarstjória í Sands kommunu, men hann hevur onga viðmerking til málið. Hann sigur tó í viðmerking til málið til  Frihedsbrevet.

“Eg helt meg gera, sum tað er blivið gjørt fyrr her í Sands kommunu. Tí kommunan hevur fyrr virkað sum millumliður, tá jørð er blivin keypt av festum. So eg helt meg gera soleiðis, at allir borgarar fingu somu viðferð frá kommununi.”


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 27. januar
Dávid Reynheim er á breddanum
203302
Týsdag 27. januar
EM-tíðindi 27. januar 2026
203300
Týsdag 27. januar
RagnarRokk: JJ Peters um Saudade
203294
Týsdag 27. januar
Breddin: Skotini í Minneapolis
203289
Týsdag 27. januar
Morgunlestur mánadagur 26.januar 2026
203266
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. januar
Veðrið
203256
Sunnudag 25. januar
Andaktin við Tóri Jacobsen
203189
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084