Fyrrverandi enski prinsurin Andrew handtikin

Fyrrverandi enski prinsurin Andrew handtikin
Á sínum 66 ára føðingardegi er fyrrverandi enski prinsurin, Andrew Mountbatten-Windsor, handtikin undir illgruna fyri embætismisnýtslu
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
19.02.2026 - 10:38

Fleiri enskir fjølmiðlar, eitt nú BBC, Sky News og aðrir, skriva, at fyrrverandi enski prinsurin Andrew Mountbatten-Windsor, ið er beiggi Chales kong, er handtikin.

Thames Valley løgreglan váttar, at tey hava handtikið ein mann frá Norfolk, sum er í sekstiárunum, og er undir illgruna fyri embætismisnýtslu. 

"Vit hava framt rannsaknir á bústøðum í Berkshire og Norfolk," skrivar løgreglan. 

Einki verður sagt um, hvør maðurin er. 

 

Tað verður hildið, at handtøkan hevur samband við Epstein-skjølini. Sum skilst, so skal táverandi Andrew prinsur hava latið tilfar, sum var í trúnaði, til døma siðabrotsmannin Jeffrey Epstein, skrivar BBC. 

Talan er um eina frágreiðing um eina vitjan í Singapor, Hong Kong og Vietnam, umframt upplýsingar um íløgumøguleikar, sum vóru í trúnaði. 

Sambært almennu leiðreglunum, so hava fólk, sum eru sent út í handilsørindum fyri Bretland, tagnarskyldu um viðkvæmar, handilsligar og politiskar upplýsingar frá almennum vitjanum. 

Fyrrverandi prinsurin, Andrew, hevur staðiliga víst aftur, at hann skal hava gjørt nakað líknandi. 

Andrew Mountbatten Windsor bleiv í 2021 stevndur av Virginiu Giuffre, fyri at hava gjørt seg kynsliga inn á hana í 2014, tá hon var 17 ára gomul.

Í einari samrøðu við BBC frá 2019 tvíhelt táverandi Andrew prinsur, at hann ikki mintist at hava hitt Giuffre. 

Hóast Andrew Mountbatten Windsor noktaði at hava gjørt nakað galið, so gekk hann við til eina sjálvbodna sátt, áðrenn málið kom fyri í rættinum. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424