Friðarráðið fyri Gasa hevur fyrsta fundin í dag

Friðarráðið fyri Gasa hevur fyrsta fundin í dag
Hvítu húsini siga, at limalondini hava givið tilsøgn um fimm milliardir dollarar, og at senda túsundtals herfólk at tryggja frið í økinum
Meðan palestinar í Gasa býi fyrireika seg til føstumánaðin Ramadan, kemur friðarráðið fyri Gasa saman til fyrsta fundin, sum verður í Washington.
Mynd: Dawoud Abu Alkas/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
19.02.2026 - 09:56

Friðarráðið hjá Donaldi Trump, forseta, kemur saman fyri fyrstu ferð í dag.

Umboð úr 27 londum hittast í Washington býi.

Friðarráðið skal tosa um, hvussu Gasa skal fáast í trygga legu, og hvussu Gasa skal endurbyggjast.

Ráðið hevur fingið tvey ára heimild frá ST-trygdarráðnum til at hava eftirlit við vápnahvíldini.

Amerikanski forsetin hevur sagt, at friðarráðið er mætasta samkoma av leiðarum nakrantíð.

Talskvinnan í Hvítu húsunum, Caroline Leavitt, sigur, at limalondini hava givið tilsøgn um at brúka fimm milliardir dollarar, og londini hava eisini lovað at senda herfólk í túsundatali at tryggja frið, javnvág og støðufesti í økinum.

 

Nógv lond taka ikki av innbjóðingini

Donald Trump, forseti, er formaður í friðarráðnum og tað er hann, sum hevur boðið londum sum Hvítarusslandi, Saudiarabia, Pakistan og Ísrael at vera við.

Men nógv lond hava ikki tikið av innbjóðingini um at vera við í ráðnum.

Frakland, Stórabretland, Noreg, Svøríki, Týskland og seinast Vatikanið hava havnað tilboðnum. Vatikanið sigur, at tey meta, at Sameindu tjóðir eiga at standa fyri at loysa slíkar altjóða kreppur.

Danmark hevur ikki fingið innbjóðing, men danski uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, sigur, at Danmark kortini fegið vil vera uppií, tá talan er um Gasa.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 23. juli
Morgunlestur hósdagur
211202
Mikudag 22. juli
Summarbeiti 22. juli 2026
211207
Mikudag 22. juli
Morgunlestur mikudagur
211166
Týsdag 21. juli
Millum tøkini #14: Sundalagsstevna
211178
Týsdag 21. juli
Summarbeiti 21. juli 2026
211171
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097