ES samtykkir ikki fleiri revsitiltøk móti Russlandi í dag

ES samtykkir ikki fleiri revsitiltøk móti Russlandi í dag
Ungarn hevur boðað frá, at landið tekur ikki við nýggja pakkanum um revsitiltøk
Ætlanin var, at ES-tingið í dag skuldi atkvøða um fleiri revsitiltøk móti Russlandi, men tað verður ikki, tí Ungarn er ímóti.
Mynd: Yves Herman/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
23.02.2026 - 11:30

 ES fer neyvan at samtykkja nýggj revsitiltøk móti Russlandi í dag sum ætlað, sigur uttanríkispolitiski leiðarin í ES, Kaja Kallas.

- Eingi framstig verða gjørd við nýggja russiska revsipakkanum í dag, segði Kaja Kallas í morgun.

ES hevur biðið USA um meira kunning um nýggju tollskipanina hjá Trump-stjórnini.

Tað siga størstu politisku bólkarnir í ES-tinginum við Bloomberg í dag.

- Vit hava ikki annað val, segði fólkatingslimurin, Zeljana Zovko, í samrøðu við Bloomberg.

Hon er handilssamráðingarleiðari hjá konservativa EPP, sum er størsti floksbólkur í ES-tinginum.

Sosialdemokratiski bólkurin og liberali Renew taka eisini undir við at útseta avgerðina.

 

Kaja Kallas er uttanríkisleiðari í ES. (Mynd: AFP/Ritzau Scanpix)

 

Ungarn atkvøður ímóti

Roknað var við, at uttanríkisráðharrarnir í ES skuldu atkvøða um nýggja revsipakkan fyri Russland, tá teir hittast í dag. 

Men undan vikuskiftinum boðaði Ungarn frá, at tað fór at atkvøða ímóti.

Ungarn krevur, at Ukraina tekur uppaftur oljuflutningin til Ungarn og Slovakia gjøgnum Druzhba-leiðingina. 

Ukraina sigur, at leiðingin er stongd, tí hon fekk skaða av russiskum álopi seinast í januar.

- Ungarn fer ikki at broyta kós í dag, sigur Kallas. Hetta fer at steðga revsipakkanum, sum skal einmælt samtykkjast.

 

Russisk olja

Høvuðsinnhaldið í uppskotinum um nýggja pakkan við revsitiltøkum er eitt maritimt bann, sum skal forða skipum í russiska skuggaflotanum at leggja at í evropiskum havnum. 

Endamálið er at gera tað uppaftur torførari hjá Russlandi at útflyta olju.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 3:3
135628
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 1:3
134983