Danmark letur Ukraina 190 milliónir í humaniterari hjálp

Danmark letur Ukraina 190 milliónir í humaniterari hjálp
Við hesum stuðlinum hevur Danmark tilsamans veitt umleið 1,3 milliardir krónur í humaniterari hjálp, síðan kríggið brast á
Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
24.02.2026 - 08:40

Danmark sendir Ukraina góðar 190 milliónir krónur í humaniterum stuðli.

Tað boðar danska uttanríkisráðið frá.

Í fráboðanini kallar Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri, verandi støðu í Ukraina fyri hjartanemandi.

- Beint nú uppliva ukrainarar ein ógvuliga kaldan vetur, og Putin ger sær kyniskt dælt av kuldanum til sín taktiska fyrimun, við at fremja skipað álop á undirstøðukervið og sivila veiting, sigur Lars Løkke Rasmussen

Við nýggja stuðlinum hevur Danmark tilsamans veitt umleið 1,3 milliardir krónur í humaniterari hjálp, síðan kríggið brast á.

 

Stórur tørvur á hjálp

Sambært ráðharranum fyri trygd og tilbúgving, Torsten Schack Pedersen, er stórur tørvur á hjálp.

- Alt ov nógv ukrainsk sivilfólk líða sum avleiðing av russisku álopunum, sum nú hava verið í fýra ár. Eg havi júst verið í Ukraina og havi sæð, at talan er um bráðfeingis tørv, sigur hann.

Stuðulspakkin fer til bjargingarútgerð og útbúgving innan ukrainsku tilbúgvingina.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Leygardag 19. september
Upp á tá - 180926
213505
Fríggjadag 18. september
Vikuskiftið 18 sept 2026
213496
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303